Opið bræv til landstyrismannin í mentanamálum

Hetta skriv er sent til landstýrismannin og bløðini

Hoyrdu í útvarpinum Dýra biðidag, at landstyrismaðurin í mentanarmálum hugsar um at lata stuðul til fólk, ið hava valt at lesa fjarlestur.

Tó undrar tað okkum, at í innslagnum vóru bert tveir flokkar, ið hava tilknýtið til Danner seminarie í Jægerspris, nevndir, nevnuliga teir, ið eru mannaðir vit bert føroyskum næmingum og tískil hava møguleikan at fáa undirvísarar til Føroya. Tað var eisini nevnt í innslagnum, at hesir flokkar høvdu fingið 3000 krónur í stuðuli.

Tað kann bert frøa okkum, at tað nú verður varpað ljós á net útbúgvingina til námsfrøðing.

Tí vilja vit við hesum vísa á, at vit eru tíggju næmingar, ið eru knýttar at tveimum donskum flokkum, og tí ikki hava møguleika at fáa undirvísarar hendanvegin. Vit ferðast umleið sættu hvørja viku, tað vil siga níggju ferðir í hvørjum kalendaraári, til Danmarkar at fáa undirvísing. Hesa útreiðsluna gjalda vit fyri sjálvar, og ger tað okkara útbúgving umleið 100.000 krónur dýrari bert í ferðaflutningi - havandi í huga, at vit sjálvsagt eisini gjalda fyri flutning til og frá flogvøllinum, bæði herheima og í Danmark.

Umframt hetta gjalda vit eitt brúkaragjald til seminariið upp á 8000 krónur fyri hvørt semestur. Tað eru seks. So er tað eini 12-14.000 krónur fyri bøkur omaná. Harumframt er tað eisini starvslærutíðin. 12 vikur uttan løn.

So, sum tað gløgga eyga longu hevur sæð, er hetta ein útbúgving, ið vit tá vit eru liðnar við hana, hava goldið uml 200.000 krónur fyri.

Tá nú møguleikin at lesa til námsfrøðing í Føroyum er so skerdur, samstundis sum allir dagstovnar, bústovnar og verkstøð hava stóran tørv á fleiri námsfrøðingum, burdi tað verðið ein sjálvfylgja, at landsins myndugleikar taka ábyrgdina av at fáa útbúgvið fólk, og at teir eisini taka ábyrgdina av at gjalda sín part av hesi útbúgving. Eitt land sum ætlar sær at verða millum heimsins fremstu lond vísandi til Visión 2015.

Vit, ið lesa á Danner seminarienum, vilja eisini gera vart við, at fyri nakrar av okkum var hetta einasti møguleiki at lesa, og at hendan útbúgvingin tryggjar okkum arbeiði framyvir.

Samstundis undrar tað okkum, at vit ikki fáa somu sømdir sum onnur, ið velja at fara til Danmarkar at lesa. Her verður hugsað um ferðastuðul og stuðul til bøkur o. a.

Við vón um at tit fara at hugsa um okkum eisini, og at okkum verða veittar somu sømdir, ið verða veittar øðrum fjarlesandi.

 

Vinarliga MS07N

Hansina M. Clementsen, Katja Dam og Elsebeth Mohr og MS06N Mary K. Petersen, Rikke B. Sørensen, Judith J. Joensen, Masa K. Nybo, Anne S.E. Olsen, Sigurgunn Kjelnæs og Tove H. Jakobsen