Fyri P/F Faroe Seafood
Meinhard Jacobsen, stjóri
Fyrst av øllum tillukku við kummuleringsavtaluni. Hetta tók langa tíð, men er nú loksins komið undir land, soleiðis at vit verða líkastillaðir við eitt nú norðmenn og íslendarar innan hetta økið.
Gleðiligt er eisini, at tað ljóðar, at vit skulu líkastillast við Ísland hvat viðvíkur rávøruhandli tó manglar at hesi viðurskifti verða formalisera. Men út frá tí, ið løgmanður segði, eftir vitjanini í Íslandi, so má roknast við, at frá nýggjár 2005/2006 so eru hesi viðurskifti í rættlag.
Tá ið vit nú skulu líkastillast við okkara grannar, so vendir eisini tankin inneftir á tær skipanir, ið eru virkandi í Føroyum. Hví eru hesar ikki líka fyri allar?
Her verður serliga hugsað um skipanina við flutningsstuðli frá landingarmiðstøð og til endastøð, har firðir og sund skilja.
Her verður ein ójavni gjørdur og hevur verði gjørdur líka síðan flutningsstuðulin byrjaði. Hetta evni hevur fleiri ferðir verið nevnt í fjølmiðlunum. Men í Føroyum verður einki gjørt fyri at javnstilla luttakarnar í kappingini.
Høvuðsreglan er, at fiskurin, sum verður landaður á eini góðkendari landingarmiðstøð, og síðani fluttur haðani á nýtslustaðið yvir firðir og sund, fær flutningsstuðul til hetta.
Her kemur so missjavnin. Sí eftirfylgjandi principilella dømi :
Eitt skip landar á landingarmiðstøðini hjá Beta í Runavík, fiskurin verður sendur suður til Vágs til virkingar. Hesin fiskur fær flutningsstuðul.
Sami fiskur verður landaður á landingarmiðstøðini hjá Faroe Seafood Runavík, fiskurin verður sendur suður til Vágs til virkingar. Hesin fiskur fær ikki ikki flutningsstuðul.
Heilsufrøðisligu krøvini til landingarmiðstøðirnar eru tey somu.
Fiskimálastyrið tulkar eina landingarmiðstøð øðrvísi enn Heilsufrøðisliga Starvstovan. Tað er her, at mismunurin verður gjørdur. Her er tulkingin soleiðis, at um landingarmiðstøðin hevur annað virksemi, so sum at framleiða fisk, so fæst ikki flutningsstuðul til fisk fluttan frá hesi landingarmiðstøð.
Hetta er beinleiðis kappingaravlagandi og hoyrir ongastaðni heima, at øll ikki eru líka fyri lógini.
Fyrispurningurin til løgmann er:
Veit løgmaður um henda mismun??
Er løgmaður samdur í, at mismunur skal praktiserast alt eftir hvørjir luttakararnir eru??
Hvørji tiltøk verða framd í hesum sambandi??
Nær verða hesi tiltøk framd??
Við vón um skjótt svar.
P.S. Um løgmaður vil hava meira at vita um praksis við flutningsstuðuli, er hann vælkomin at venda sær til okkum beinleiðis.