Opin tøkk til Jørn Astrup

    

Ólavur Rasmussen
Leirar, 10. juni 2004
?????????????????
At føroyingar eru trongskygdir og skoða heimin gjøgnum eitt lyklarhol er ein sannroynd, sum ikki nýtist nakra vísindaliga dokumentatión. Tað er ivaleyst at lesa bløðini fyri at fáa hetta staðfest. Men tað eru glottar, sum tora at seta seg í veð fyri øllum tí erkvisni og smáligum kegli, hetta inniber, til frama fyri eina frameftirlítandi debatt og tí fyriliti vit altíð muga taka í einum heimi, sum broytist so skjótt sum ongantíð áður. Nú um dagarnar bar tó av, tá ið keglið og smáligheitirnar fingu so stórar dimensiónir, at ein setti sær sjálvum álvarsaman spurning við, um tað er av tilvild, at dreparasnigilin hevur leitað sær til Føroyar fyri at fáa rásarúm, gróðrarlíkindi og luft!
Tí lætnaði tað um hjartað, tá ið Jørn Astrup Hansen, bankastjóri, í Degi og Viku týskvøldið 8. juni setti øllum skilaleysum vrøvli knívin á strúpan. Fyri neyðini at onkur torir at tala at og seta tað minstamark fyri kritikki, at hann fyriheldur seg til tað, sum veruliga verður ført fram og ikki til tað, sum vit nú einaferð meina um hvønn annan, tí so verður eingin endi á runubløkum og illgitingum.
Takk fyri, Jørn Astrup, tíni orð gjørdu tað eitt sindur hugaligari at vera føroyingur undir tí tokukleimi, sum hongur yvir okkara landi. Her meini eg við veðrið, fyri at sissa teir erkvisnu - sum vónandi eina aðru ferð ikki glaðbeintir fara í sjálvbodna andaliga likvidatión um slíkt, sum teir bara illgita um. Tí hetta land hevur veruliga brúk fyri, at mál av alskyns slag verða sett undir álvarsaman, sakligan debatt.