Bjarni Debess
Tá læknar ella vísindafólk granska í einum evni, so er tað oftast í medisinskum høpi, og til tað nýta tey dýr til royndir ? og ikki menniskju.
Fyrst um tær sokallaðu kviksilvurkanningarnar. Hesar kanningar gingu ikki út uppá at kanna kviksilvur, ístaðin vóru hetta nakrar barnakanningar, sum skuldu vísa á hvørjir og hvussu álvarsamir skaðarnir vóru hjá børnum, ið høvdu fingið kviksilvur í seg í móðurlívi ? sum hevði sín uppruna frá, at mamman hevði etið grind. Fyrstu kanningarnar vóru gjørdar av nýføðingum, 1023 í tali, føddir í 1986 og 87. Næsta kanning av somu børnum var gjørd í 1993 ? 94, tá tey vóru 7 ára gomu. Teir sum tóku stig til hesar kaningar, og førdi tær fram í verk, vóru førsoyski yvirlæknin Pál Weihe og danski professarin Philippe Grandjean í Odense.
Áðrenn ein kan siga, at hetta vóru kanningar við menniskjum, har tað ístaðin átti at hava verið dýr, eins og tey nýta dýr til royndir í øðrum londum, so eru tað fleiri spurningar, sum ljós skal kastas á áðrenn.
Høvuðsspurningurin, sum fyrst eigur at verða svaraður er, ?kunnu hesir báðir menninir, lækni og professari, útfrá tí læknaliga og læknaetiska, forsvara teirra gerðir, nevnliga nevndu kviksilvurkanningar?? Ein kanning, sum bygdi á, at heimsins vandamiklasta eiturevni, við teirra betri vitandi, lótu fara gjøgnum barnakonurnar og inn í tey børn, tey bóru undir belti. Visti hesir báðir ?stóru vísmenn? kanska ikki, at ófødda barnið er passivur móttakari av eitranini, og at tey eftir føðing hildu fram at súgva kviksilvurdálkaðu mjólkina í seg? Og mundi teir ikki eisini vita, at barnið, eftir føðing, skal vera vorðið millum eitt og tvey ára gamalt, áðrenn tað so smátt byrjar at verða ført fyri at útskilja eitranina? Áðrenn hetta hevði lítla barnahjarta, sum byrjaði at sláa í uml. 12. viku, at pumpa eitranina runt í lítla kroppinum í uml. 2-3 ár og tað svarar til einar 6-7 milliónir ferðir.
Sum dálkandi evni kemur kviksilvur, bæði tað metalliska og forbindilsini, altíð í vátum umhvørvi: í áum, vøtnum, innsjógvum og høvum o.s.fr. Vegna tingd ferð tað á botn, har fer tað niður í ?botnsedimentið?. Tað er her niðri, ið nakar mikroorganismur liva, ið eru førar fyri at umbroyta kviksilvurið og tess forbindilsi til metyl-kviksilvur. Hetta er eitt organiskt kviksilvurforbindilsi, sum nú er gjørt 100-tals ferðir vandamiklari enn tað var frammanundan.
Eg vísi nú á, at Metyl styttist við bókstavunum Me og Hg er stytting fyri kviksilvur. Metyl-kviksilvur er soleiðis stytt til Me-Hg, oftani kallað Metyl-Hg í fakligari talu.
So hvørt umbroytingin fer fram, lætnar tað, og loysnar síðani frá botni sum Metyl-Hg, og tað er nú, ein kann siga, at teir veruliga stóru skaðarnir byrja at taka seg upp. Mikroorganismurnar, sum eru eitt vítt begreb, t.d. ormar, svampar, algir, bakteriur o.m.a., fyllast nú við Metyl-Hg. Hesi verða síðan etin av teimum organismum, ið eru eitt sindur størri, sum so aftur verða etin av teimum, ið eru enn størri. Nú er tann ónda ringrásin í gongd, sum vit kalla fyri dálkan av umhvørvinum, har sagt hevur verið, at kviksilvurið soleiðis fer upp gjøgnum føðiketuna, sum til síðst endar (fyri okkara viðkomandi) í grindahvalinum. Essensurin í tí heila er, at vit lærdu, at hvalurin ikki er seinasta offur og lið í ketuni ? tað eru børn okkara.
Sjálvur havi eg, undirritaði, lisið einar 30 bøkur um vandamikla kviksilvurið, av teimum eru allar frá seinni helvt av 19-hundraðtalinum, og hartil havi eg lisið eitt ókent tal av artiklum, rapportum og tíðarritum. Hetta er tó lítið av miklum, tí hesin vísindaligi litteratururin er skrivaður í túsundatali. Óivað er kviksilvurið sum eiturevni tað, sum hevur givið vísindamonnum mest at hugsa um. At teir vita, hvussu vandamikil hendan eitranin er, og at teir óttast hana, framgongur týðiliga av skriftini, har teir eisini siga: at ein má sjálvsagt ikki nýta menniskju í royndum við kviksilvuri. Her loyvi eg mær at spyrja myndugleikarnar: ?Vóru føroysku kviksilvurkanningarnar ikki júst tað ein kann kalla royndir við menniskjum?? ?Hví siga tit so, at børnini eru framtíðin??
Í tveimum av donsku bókunum stendur skrivað: ?kviksølv er farligste giftstof på jorden?. og ?kviksølv er farligste giftstof som menesket har kendskab til?. Eisini orð sum den grusomme gift, og det afsindigt giftige kviksølv, og annað slíkt kemur javnan fyri.
Kviksilvur verður kalla tann sníkjandi eitranin, ið ikki kann síggjast, smakkast ella luktast. Sum dampur frá metalliska Hg. kann tað kanppliga uttan fyrivarni, og Hg. og tess forbindilsi kann bæði drepa uppá stutt og langt tíðarskeið. Metyl Hg eitranin gjøgnumbrítur blóð-heilabarrieruna og setur seg í og á heilakyknurnar. Methyl-Hg. eitranin fer víðari niður í lítla heilastammuna, sentralu nervaskipanina og út í alt perifera nervasystemið. Eisini fer Metyl-Hg. gjøgnum plasenta (moderkage) verjuna og beinleiðis inn í forsturvatnið, har tað fer víðari gjøgnum tunnu fosturhúðina. Lætt er at ímynda sær, at skaðarnir, ið føroysku børnini verða fødd við, spenna víða, og sambært vísindaligu skriftuni, eru føroyingar í dag ein spegilsmynd av teimum londum og landspørtum sum (oftast av industri) hava verið meint rakt av kviksilvureitranini. At alt ov nógv føroysk børn er fødd og mangla eina hond, arm, bein el.líkn. er eisini við í skriftini. Fyri o.u. trimum árum síðani, var tað eisini kviksilvurdálkanin sum var orsøk til, at handikappað børn vórðu fødd í Norra.
Alt bendur á, at Hg. eitranin alt ov ofta innheintar menniskju, bæði viðvíkjandi sjúku og deyða. Hetta vísur, at Hg. eitranin er sníkjandi og oyðileggur offurið uppá styttri ella longri tíðarskeið.
Læknin Pál Weihe hevur eina grein í blaðnum Frøði 1/98 um Hg. kanningarnar. Har skrivar hann m.a. at Matvørustovnurin FAO og heimsheilsustovnurin WHO báðir, undir ST, settu serfrøðingar at kanna Hg. eitranina í mun til mannakroppin. Henda kanning varð gjørd fyri at kunna áseta eitt hægsta mark av kviksilvurnøgdum, ið var ráðiligt hjá vaksnum fólki at inntaka yvir eitt ávíst tíðarskeið. Hesar kanningar vóru greiðar og teirra tilmæli vóru eisini greið, og boðini vórðu, at vaksin fólk ikki mátti inntaka meira enn 300 mikrogramm um vikuna. Hetta svarar til, at ein vaksin føroyingur í mesta lagi kundi eta 100 gramm av tvøsti um vikuna og einki spik. Hetta var longu í 1977, og tá vístu kanningar, at tvøstið innihelt 3 mikrogramm/grm. Tað er feitt upploysiligheitin við kviksilvurinum sum ger spikið nógvar ferðir vandamiklari, og má tí helst ikki etast.
Tað bleiv aftur ein dagur í 1997 ella var tað í 1998, at tað bórust ring boð frá Tórshavnar sjúkrahúsverki.
Hesaferð var tað um patologisku deild, sum kom at standa óvirkin, tí patologurin Bjarne Beck, tann einasti vit høvdu, mátti fara úr starvi vegna varandi sjúku. Sjúkan stavaði frá hansara arbeiðsplássi á landssjúkrahúsinum, ið var patologiska deildin. Tað vendi eg aftur til.
Har stóðu nú føroyingar! Við trimum sjúkrahúsum og ongum patologi. Hetta var einki minni enn ein katastrofa, og hartil ein av teimum stóru. Her var hondin sligin av føroyska heilsuverkinum, hvat í gátuførum sjúkum og krabbasjúkum viðvíkir. Tað eru helst ikki tey nógvu sum vita ella gera sær far um, at ein patologur fyrst er útbúgvin lækni við drúgvari eftirfylgjani útbúgvin, ið ger at hann er í stand til at gera ransóknir og staðfestingar í gátuførum og meira ókendum sjúkum. Hann hevur lært at kenna krabbasløgini, sum eru nógv í tali, og er tí í stand til her, at taka royndir og avgerða um ein hevur krabbamein ella um krabbasjúka er á veg (kyknubroytingar) ella, at tað als ikki er talan um krabbasjúku.
Tá ein sjúklingur kemur inn við krabbasjúku og politikarin noktar fyri, at hann verður sendur av landinum, noyðist føroyski skurðlæknin at skera, men hvat? Læknin/læknarnir eru helst oftani _på herrens mark? tá so er. Læknin skerur og skerur útfrá gissingum, og hann seymar síðani aftur saman. Fráskornu stumparnar sendur hann sambært ?politik og manglandi pening? av landinum til kanningar. Nær úrslitið av royndunum koma heimaftur er, so vítt eg havið skilt, _sum harra Guð veit?, kann tað taka vikur ? kanska mánaðir. Um eitt nú læknin ikki hevði skorið nokk, so hevur knívurin kanska loyst sjúkar sellur, sum nú fingu frítt at fara, og harvið stovna somu sjúku aðrastaðni í kroppinum. Tað er undir slíkum skurðviðgerðum, at tað er neyðugt við einum patologi, ið kann staðfesta, hvussu langt sjúkan hevur breitt seg, soleiðis, at tá læknin hevur skorið, so hevur hann skorið tað burtur sum skuldi burtur. Í fyrr umtalaða føri kann skurlæknin lætt gera tað ólukku, at hann letur eina sjúku upp, soleiðis at hon kann breiða seg.
Vit hava nú í eini 3-4 ár ongan patolog havt. Hóast myndugleikana reyp um m.a. heimsins reinasta umhvørvi, so veksur fólkatalið at kalla einki, meðan krabbameinssjúkan veksur við rúkandi ferð. Orsøkirnar eru sjálvsagt fleiri. T.d. er kviksilvurið, sum verður etið saman við tvøsti og serliga spikinum, ein tungvektari sum krabbaelvari.
Stakkals kvinnur, konur og barnakonur. Aftur her vóru tær fyri skotum. Bróstkrabbin er vaksin við 100 % uppá stutta tíð, og fleiri av hesum doyggja, sum annars kundu fingi hjálp. Herafturat koma síðani aðrar krabbasjúkur sum einans raka kvinnuna.
Øll tann skriving og alt tað prát sum nú um dagarnar hevur verið um mammografi-screening, er alt til fánýtis. Eingin ivi er um, at føroysku kvinnurnar skulu gera sær heilt greit, at her verður eingin mammografi fyrr enn vit einaferð úti í framtíðini hava fingið ein patolog aftur, ið dugur sítt fak til lítar. Seinasta nýggja var um ein Póllending, men har var skilið so vánaligt, at sjálvt til føroyingar tordu teir ikki at senda hann. Kanska koma tilmælini frá íslendaranum Baldur Sigfússon, sum krabbameinsfelagið hevði vitjan av fyri kortum, at seta meira ferð á.
Her úti, langt frá øðrum londum, hava vit brúk fyri einum patologi, sum altíð er sikkur í síni søk. Hesin skal stutt sagt teljast millum teir bestu. Vit høvdu patologin Bjarne Beck, danskari í bestu árum, og einki hoyrdist, sum kundi bent á, at hann ikki var góður nokk. Stóru spurningarnir eru so: Hví mistu vit henda mannin, sum vit ikki kundu vera fyri uttan? Hvat var galið? Hvør var sjúkan? Hví var landssjúkrahúsið orsøk til hansara sjúku?
Jú, frágreiðingina fingu vit tá fjølmiðlarnir spurdu patologin. Hann segði, at í sínum arbeiðið á patologisku deild, var hann noyddur at nýta sterkan _lút?, harímillum hevur hetta helst eisini verið eitrandi sýrur av ymiskum vandamiklum sløgum, og villan var, at eingin útlufting var frá patologisku deild, við tí úrsliti, at tann mest óumveriligi maður í øllum tí føroyska heilsuverkinum varð gjørdur sjúkur av kroniskari bronkitis, ið er ein bruni sum kann útvikla seg til nakað sera hættisligt! Sjúkrahúsverkið kostar okkum eina hálva milliard fyri at bøta um heilsuna hjá fólki, og so var tað har inni, at maðurin gjørdist sjúkur og mátti flýggja í eini roynd at yvirliva. Ein keðiligur spurningur er so: _Hvussu nógvir føroyingar eru farnir í grøvuna orsaka av, at vit nú hava staðið uttan patolog í 3-4 ár? Legg til merkis hvat íslendarin Baldur Sigfússon segði, at ein mistanki til bróstkrabba hjá kvinnum elvir til, at ein kanning helst ikki skal bíða til næsta dag og í ringasta lag 3-4 dagar. _Hví ikki heldur gera sum Baldur Sigfússon ráddi til, og á tann hátt gjørt tað heila eitt sindur minni lívsfarligt?
Næsti maður, sum fjølmiðlarnir høvdu fatur á í sambandi við skadda patologin var Pál Weihe. Patologurin hevði nú fingið starv í øðrum landið og uttan eitt orð frá landsstýrinum, Pál Weihe ella heilsiverkinum annars, fekk hann frítt at fara. At okkara sjúkrahúsverk/myndugleikar gjørdu seg sek í at vísa eina so niðrandi atferð móti manninum og hansara hartil sera víðfevnu vitan, sum vit ikki kundu vera fyri uttan, er átaluvert. At landsins myndugleikar her eisini vístu vanvirðing fyri menniskjalív hjá egna fólki, kann ikki afturvísast. At eingin bleiv drigin til ansvar fyri missin, vísur enn eina ferð, at Tórshavnar Sjúkrahúsverk er heilt uttan proportión við tingini. Heldur ikki eitt orð kom frá Tórshavnar Kommunu, sum skjótt hýsur helvtina av fólkinum. Eftir øllum at døma, stóðu teir einans á síðulinjuni sum áskoðarar, við borgmeistara á odda, uttan at hava skil fyri, hvat tað vóru fyri eini boð ið fjølmiðlarnir bóru teimum. Tað er helst ikki ov nógv sagt, at myndugleikarnir ofta halda seg umvent proportionalt til tær álvarsomu dimensiónurnar, sum eitt sjúkrahúsverk er í sínum virki, frá ovast til niðast, serliga hvat viðgerð og røkt av teimum sjúku víðvíkir.
Sum sagt var tað Pál Weihe, ið fjølmiðlarnir leitaðu til fyri at fáa at vita, hví patologurin yvir eitt longri tíðarskeið var so illa eitraður í sínum arbeiði inni á Landssjúkrahúsinum, at hann mátti rýma úr starvinum. Fjølmiðlarnir gjørdu lítið burtur úr hesum álvarsmálinum, minnist meg rætt svaraði Pál einsans nakað líknandi sum: _Eg helt, eg meinti, eg trúði at útluftingin var blivin í lagið?. Hesi svør Páls vísa okkum, týðiligani, at hann væl visti, at heilsan hjá patologinum var í vanda. Pál Weihe segði ikki, hvørja orsøk hann hevði til at _halda, meina og trúgva? at alt var í lagi. Hví var tað Pál Weihe ið var spurdur av fjølmiðlunum? Var hann mettur sum tann seki? Jú, læt okkum síggja her: Landsstýri hevði sett Pál Weihe sum arbeiðsmedisinara, og arbeiðið hjá einum slíkum krevur, at tá hann veit um eitrandi arbeiðspláss, eigur hann at grípa inn í stundini, gera kanningar og forða fyri at organismur menniskjans ikki taka skaða. Her gjørdi Pál einki, hóast hann væl visti, at eitranin av patologinum stóð við.
Næsta er, at landsstýri eisini hevði sett Pál Weihe sum leiðara á deild fyri almanna heilsu fólksins. Man kann ikki júst siga, at hann røkti hetta starv á full góðan hátt, serliga eitt nú tá vit hugsa um patologin, sum bleiv gassaður út av Landssjúkrahúsinum og methyl-Hg/barnakanningarnar. Triðja er, at Landsstýri setti Pál Weihe sum læknastjóra. Ein patologur er heimahoyrandi á læknaholdi, og á skurðstovu er hann við sínum serkunnleika tá ið ringast veit við. Men ein penan dag var hann ikki har, tá brúk var fyri honum. Hann var sostatt vorðin sjúkur í tí húsinum, hann vanliga hjálpti teimum ið vóru illa sjúk. Vóru tað tey, sum vegna sjúku og elendigheit, trongdu til hjálpartól, koyristól, invalidibil ella annað, ja, so var Pál eisini har. Landsstýri hevði nevnliga eisini sett hann sum læknaligan ráðgeva á almannastovuni. Hvussu nógva aðra staðni landsstýrið eisini hevur havt Pál Weihe sitandi, og hvussu víðar ræsur hann hevur havt, eru tað kanska onnur ið kunna snakka við um. Hóast tað í mínari verð ikki er nakar ivi, so er tað tó eingin, sum hevur álagt mær at vera dómara, men tá landsstýrið hevur latið alt, ið Pál Weihe ikki hevur røkt sum hann skuldi, fara aftur víð borðinum, síggi eg meg noyddan at traðka fram. Her hugsi eg um tað ið nevnt er frammanfyri (Kviksilvurið, eitraða patologin og horvnu prógvini móti embætismanninum). Hetta komi eg aftur til seinni. Eg haldi, at næsta valdi -tað lóggevandi-, noyðist at taka stig til støðuna og døma. Harímillum at døma lógaruppskotið um gengransking, sum pál Weihe (við hjálp frá øðrum) hevur gjørt ósømiligt og ónøktandi at vera. Hetta lógaruppskotið síggi eg sum ein álvarsaman og stóran skaðatilburð móti føroya fólki, væl at merkja um nakar er so ørur at viðmæla og viðtaka tað. Nú ein dagin útskrivaði eg hetta lógaruppskotið, og hóast eg ikki havi havt tíð at lesa stórvegis, so er tað tó so fragt, at eg má halda meg kunna siga, at løgtingsmenninir Poul Michelsen og Kári P. Højgård høvdu púra rætt, tá teir frá landsins hægsta røðarapalli søgdu, at samb. Lógaruppskotinum, so stóð tað teimum frítt fyri at lata seg granska í øðrum londum, við at lata biologiskt tilfar av egnum kroppi frá sær. Men hetta nyttar lítið, tí samb. Teir fáu stumparnar, ið eg havið lisið, so hava granskarar úti í heiminum ikki loyvi at nerta biologisk tilfar, um tað so bert er blóð, av einum føroyingi í granskingarhøpi, um tann einstaki er skrásettur í Føroyum.
Í Kapittul 2, grein 3 stendur m.a., at gengranskingar-sáttmálar skula standa undir føroyskum rætti, og at rættarting er í Føroyum/Danmark. Her loyvi eg mær at spyrja Løgtingið: ?Er hetta einstýðandi við eitt lógaruppskot, ið eisini umfatar føroyingar búsitandi í Danmark, og kanska aðrastani við?? Við lóggevandi valdi er meint við øll løgtingsfólk írokanð formansskapin.
Tríðja málið har Pál var involveraður, var í einum neyðtøkumáli, har starvið hjá neyðtøkumanninum nærum var landsins hægsta ? og í so máta var hetta brotsverkið helst eitt av okkara heimsmetum. Í hesum málið leikaði hart á, og m.a. fekk gentan fosturtøku. Tá var kravt at fosturprøvar vórðu tiknir, soleiðis at dómsvaldið kundi gerast sikkurt í eini døming. Málið kom fyri í Føroya Rætti umleið eitt hálvt ár aftaná at patologurin var farin.
Tá nú hálva árið var gingið síðani vit misti patologin, kom ein nýggj katastrofa undan kavi, sum enn einaferð prógvaði, at Tórshavnar Sjúkrahús var eitt vandamikið stað. Tíðin var nú komin hartil, at neyðtøkusakin móti tí _høgtsitandi? embætismanninum skuldi fyri rættin, og tað var nú, at DNA-prøvarnir skuldi vísa dómsvaldinum, um maðurin skuldi dømast ella frídømast, men hvat? Nú var tað aftur hent á Tórshavnar Sjúkrahúsi, sum ikki mátti henda. Ikki nokk við at vit misti patologin, nú vóru prógvini/fosturprøvarnir eisini horvnir, á løgnan hátt. Tað var tá, at fjølmiðlarnir enn einaferð høvdu spurningar til Pál Weihe, men Pál segði seg púrasta óvitandi um fosturprøvarnar, og helt, at teir vóru helst blivnir vekk undir onkrari flyting. Um tað var Pál sum eisini segði, at prøvarnar høvdu verið í varðveitslu hjá patologinum, eri eg ikki vísur í. Hóast alla tilvild og ósikkurheit í heilsuverkinum, so hevur Pál Weihe seinni í fjølmiðlunum, greitt føroya fólki frá, at okkara heilsuverk er eitt sera trygt stað. Út frá hesum kann sigast, at Pál hevur fleiri tungur í sama heysi ella tað ið verri er. Sum læknastjóri hevur Pál Weihe óivað fingi lyklarnar til patologisku deild, skáp og boksir v.m. frá sínum undirordnaða, ið var Bjarne Beck, patologur. Um nú vilji og ætlan var har, so hevði Pál ta atgongd, ið kravdist. Hann kann tí sera lætt verða mistonktur fyri at hava forkomið prøvunum, soleiðis at neyðtøka og faðirskapur ikki kundi prógvast, og hartil virkaði neyðtøkumaðurin, millum aðrar, sum arbeiðsgevari hjá Pál, og slíkt minkar ikki um mistankan.
Alt rokið, vegna eitraða patologinum og horvnu prøvunum/prógvunum (móti embætismanninum), læt landsstýri fara aftur við borðinum, eins og einki var hent. Avleiðingin varð tann, at tey horvnu prógvini opnaði dyrnar fyri einum møguligum justitsmorði, tí óvissan er sera stór, um eitt rættarmál er grunda á orð móti orðið.
Í samband við illgrunaseminum ímóti Pál Weihe, í samband við patologinum og sjúku hansara, mæli eg til, at løgtingið áleggur landsstýrinum at kanna málið. Tað kann gerast við at skriva til Bjarna Beck, og biðja hann um at gera eina skrivliga frágreiðing, sum kann lýsa málið frá hansara síðu. Innan heilsuverki er ikki pláss fyri illgrunasomum hendingum, og fólk mugu ikki gerast sjúk av áhaldandi eitran, tá tey arbeiða á heilsuverkinum.
Í danskari, bók sum umhandlar lóg/ir um vandamikil evni og eitran á arbeiðsplássum, lesi eg, at øll tey, ið eru sett í almennt starv, hava skyldu at klaga/kæra á røttum staði, um tey varnast eitran á arbeiðsplássinum. Tað stendur eisini skrivað, at tað er ikki neyðugt, at tey vita um eitran, men um tey einans hava illgruna til eitran, eru tey bundin til somu lóg, nevnliga, at tey klaga/kæra málið.
Eg loyvi mær at spyrja Føroya Løgting um ein slík lóg (verjandi fólk móti eitran) nakrantíð er sett í gildi í Føroyum?
Tað er ásannað, at málið eigur at verið tikið í størsta álvara, men møguliga eru føroyingar og teirri ovastu betri vitandi, og at tað, av teirri orsøk, ikki var neyðugt hjá løgmanni og øðrum føroyskum serfrøðingum, at virða áheitanirnar frá ST viðvíkjandi vandan við kviksilvurinum. At føroyingar finna seg í, at politikarar og granskarar, harímillum Pál Weihe, spæla við og misnýta føroyingar, serliga børnini, til kviksilvurkanningar, og manipulera við umstøðunum gjøgnum teirra vald til egnan fyrimun, er torført at skilja. Etikkur er ikki til at fáa skil uppá, men eg kenni meg noyddan at spyrja føroya fólk: ?Var viðferin av sakarmálinum umkring patologin í lagi ella, eigur ljóskastarin endiliga at lýsa á teir avvarandi persónarnir (sí m.a. omanfyri) aftanfyri hendingunum, harímillum landsstýrið?? Tí er tað sera umráðandi, at Løgtingið velur ein skilagóðan og týdningarmiklast av øllum álitandi granskara, ið skal ganga á odda fyri føroysku gengranskingini.