Orðaskifti um heilsupolitikk

Oddagrein:

Orðaskiftið um heilsupolitikkin kynkar up so av og á, og er hetta sjálvsagt ikki so løgið, tí heilsa, sjúka, sjúkrahúsverk og heilsupolitikkur sum heild fylla nógv í føroyska gerandisdegnum. Hetta er mestsum sjálvsagt og á hesum øki eru vit lík okkara grannalondum.

 

Í seinastu útgávu var sera áhugaverd tíðargrein, har nomið varð við nakrar av teimum mest grundleggjandi spurningunum viðvíkjandi føroyska heilsuverkinum. Greinin snýr seg um tey mongu og ymisku áhugamálini, sum stinga seg upp í sambandi við sjúkur, ið knappliga gerast aktuellar. Dømini eru tær báðar sjúkurnar, sum hava verið sera nógv umrøddar í summar, og víst verður á tey mongu vandamál, ið eru í sambandi við tær avgerðir, ið skulu takast til tess at bøta um avleiðingarnar og til tess at fyribyrgja. Eisini verður víst á, at ein triðja sjúka skjótt kann gerast ein stórur samfelagstrupulleiki her hjá okkum, nevnliga ta fitiepedemi, sum herjar flestøll framkomin lond.

 

Nevnda tíðargrein tekur fram eitt evni, sum vit mangan hava trupult við at takla, nevniliga, at vit eru noydd at gera raðfestingar innan heilsuverkið og at okkum tørvar eitt opið og erligt orðaskifti um, hvussuleiði vit skulu útbyggja okkara heilsuverk. Viðgerðarmøguleikarnir gerast støðugt betri og betri, men samstundis gerst eitt nú sjúkrahúsverkið dýrari og dýrari og vi mugu tí gera av, hvørjar viðgerðir vit skulu hava í Føroyum og hvørjar viðgerðir, ið vit skulu keypa okkum til uttanlanda. Hetta er eitt sera viðbrekið evni, tí sum høvundin tekur til, so eru hesar raðfestingar tengdar at etikki og morali.

 

Vit kundu hugsað okkum at lagt afturat, at so mikið meira neyðugt er við einum opnum, sakligum og álvarsomum orðaskifti um allar hesar spurningar. Tað er eisini neyðugt, at vit við støði í hesum orðaskifti koma til eina avgerð um, hvønn sjúkrahúsbygnað Føroyar skulu hava í framtíðini. Her er enn sum áður tann stóri spurningurin, hvørt tað er skilagott at varðveita verðandi sjúkrahúsbygnað. Hesin bygnaður ella strukturur er frá eini tíð, har avstandir og ferðamøguleikar kundu vera avgerandi fyri lív og deyð. Soleiðis er ikki longur, tí við tí framkomna undirstøðukervi, sum vit hava í dag, eru fjarstøðurnar millum landspartarnar og eitt nú til Landssjúkrahúsið eingin hóttan. Hóast hesar nógv broyttu fortreytir meta og umrøða politikkarar framvegis sjúkarhúsbygnaðin út frá eini samferðslustøðu, sum var galdandi fyri fimti árum síðani. Her má vend koma í, og bygnaðurin má rationaliserast og fíggjarligi vinningurin av hesum nýtast til betri viðgerðartilboð og fleiri fólkaheilsuátøk.

 

Vit noyðast nú at raðfesta innan heilsuverkið. Vit eiga tí, sum nevnda tíðargrein mælir til, at gera okkum greitt, hvat fyri heilsuverk, ið vit ynskja okkum. Hetta er ein politisk avgerð – ein avgerð, sum krevur innlit, politiskt dirvi, vilja og evni at rinda tað, ið eitt framkomið nútímans heilsuverk kostar. Hetta krevur evni og vilja til at skilja millum tað fyribyrgjandi økið og viðgerðarøkið, tí bæði hava eins stóran týdning. Orðaskiftið eigur at byrja nú, og øll eru vælkomin at nýta blað okkara til hetta endamál.