Tað er í kvøld klokkan 19, at Lions Club Tórshavn skipar fyri einum serligum tiltaki í Miðlahúsinum, har tveir danskir fyrilestrarhaldarar fara at greiða frá um orðblindni - við serligum atliti at tørvinum hjá orðblindum skúlabørnum.
Gestirnir úr Danmark eru Jørgen Hedegaard, sum er skúlaleiðari á Orðblindastovninum, sum er serskúli og førleikadepil fyri undirvísing av orðblindum næmingum, og Karl-Åge Andreasen, fyrrverandi skúlaleiðari á Orðblindastovninum, sum nú er foreldraráðgevi í Orðblindafelagnum í Danmark.
Teir báðir fara eitt nú at greiða frá, hvat orðblindni er, og hvussu tað kann lýsast. Veruleikin er jú, at orðblind eru vanliga gávað menniskju við einum heilt ítøkiligum málsligum trupulleika.
Í hesum sambandi verður eisini komið inn á, hvørji eyðkenni fyri orðblindni, foreldur kunnu síggja hjá orðblindum børnum og ungum. Eisini tosa teir um, hvussu verður funnið fram til, at ein er orðblindur, hvat verður kannað, og hvussu verður tað gjørt.
Á tiltakinum í Miðlahúsinum í kvøld verður eisini høvi at seta spurningar.
Í 2008 gjørdi Lions Club Tórshavn av, at ljós skuldi varpast á orðblindni og tær avleiðingar, ið standast av at vera orðblindur. Skipað varð fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum við fyrilestrum og kjaki, og ikki færri enn 200 fólk vóru á hesi sera væl eydnaðu ráðstevnu, har eisini ítøkilig úrslit spurdust burturúr.
- Eitt nú hevur Mentamálaráðið útbúgvið orðblindalærarar, sum nú virka kring landið. Somuleiðis kom at standa í nýggjasta samgonguskjalinum, at ljós verður varpað á orðblindni, og tað er fyrstu ferð, at orðblindni yvirhøvur stendur í einum samgonguskjali, sigur Lionsfelagið í Tórshavn í tíðindaskrivi.