Mikukvøldið kl. 20.30 verður bólkurin Orca at hoyra í Húsinum til ókeypis konsert, har øll eru vælkomin. Herfyri var bólkurin í LM Handlinum, har teir framførdu eina framúrskarandi góða konsert (sí myndafrásøgn).
Orca er verkætlanin hjá Jens L. Thomsen, sum var fødd í einum fjósi innan Glyvur. Útgávan frá upprunaligu konsertini hevur vakt miklan ans ? eisini uttan fyri Føroyar og Orca er umbiðið at spæla ymsastaðni kring Evropa. Tað er sjálvandi trupult at ferðast millum lond við tunnum, kompressarum, hegnpelum og neonljósrørhaldarum, men Orca fer til Brussel, Sveits og Týskland at spæla í mai. Um øll útgerðin (minur kúgv nr. 63) kemur við út at ferðast er framvegis ikki greitt.