Tað er ikki nóg mikið at hava atgongd til orðabøkur Sprotans. Lesandi ungdómurin má hava onnur krøv fyri at seta føroyskt í hásætið
Tað heldur Árni Dahl, sum alt sítt lív hevur undirvíst, bæði børnum og vaksnum, og fingist við útgávuvirksemi.
Á heimasíðu Sprotans skrivar hann eina viðmerking í sambandi við, at vit hava sæð ungdómar sitið í trappum og mótmælt.
Árni Dahl skrivar soleiðis:
»Henda dagin, tú í miðlunum sást ungdómar sita í trøppum og á trappupøllum í miðnámsskúlum, leitaði hugurin til Janus skald, til eina reglu í eini yrking, sum hann yrkti fyri skjótt áttatifimm árum síðani: “Ungdómur, oyggjalands vørn!”
Soleiðis tók skaldið til, og væl kann tað vera, at hetta átakið ein kaldan januardag í 2015 var avgerandi nykkið, sum fekk enda á hesum klandursmáli, sum tíbetur endaði við, at allar føroyskar orðabøkur nú liggja ókeypis á netinum.
Men ungdómurin má gera sær greitt, at meira enn hetta skal til at bjarga føroyskum máli, sum sambært summum “er í fríum falli”.
Orðabøkurnar hjálpa til, men líka so týdningarmikil er mállæran í víðastu merking, bendingarnar, orðaraðið, setningalæran – tað, sum best lærist við at lesa væl skrivaðan tekst og hoyra liðiligt mál á manna munni.
Hugburður er eitt lykilorð.
Og nær fara studentarnir á Setrinum at kvaklast við?
Tey, sum lata sær lynda, at at kalla ongar grundbøkur eru á móðurmálinum.
Tey, sum síggja, at føroyskt verður niðurraðfest í lærara- og námsfrøðingaútbúgvingunum.
Tey, sum vita, at starvsvenjingin í báðum hesum útbúgvingum er álvarsliga skerd, bera vit saman við starvsvenjingina hjá fólki, sum tóku prógv fyri bara 10-15 árum síðani.
Tey, sum ganga á einum lærdum háskúla, sum krevur, at starvsfólkaumsóknir skulu orðast á donskum ella enskum.
Tey, sum ganga á einum lærdum háskúla, hvørs altjóða skrivstova vendir sær til almenningin á donskum – sí eitt nú hetta dømið lagt út á FirstClass 18. í hesum :
”Til uddannelsesfolket. Nordplusinteresserede.
Onsdag d. 28.januar 2015 i Nordens Hus kl.19.00-21.00 afholder Altjóða Skrivstovan oplysende møde om Nordplus ansøgninger – specielt omkring Nordplus Junior og Nordplus Voksen. Tidligere deltagere medvirker. Ansøgningsfristen er 2.marts 2015 for skoleåret 2015/16. - Se nærmere i bilaget.”
Og fylgiskjalið er alt á donskum.
Í øllum londum – uttan teimum ensktmæltu – verður størsta hóttanin móti málinum mett at vera tann, ið vit rópa økismiss (á enskum: domain loss). Tað merkir í okkara føri, at føroyskt ikki longur verður brúkt á teimum økjum, har ið tað hevur verið brúkt, ella at tað ikki verður brúkt á økjum, har ið tað eins væl og tað útlendska kundi verið brúkt.
Tað unga ættarliðið tekur avgerðina:
Vilja tey seta føroyskt í hásætið, ella vilja tey, at tað skal fara fyri bakka?
Tað veldst um hugburð!«