Vertur fyri orðaskifti verður Ragnheiður Magnúsdóttir. Ragnheiður hevur drúgvar royndir innan nýskapanarumhvørvið í Íslandi. Eitt nú var hon partur av bólkinum sum sett í verk eina nýggja innovatiónsstrategi fyri Ísland, sum seinastu árini hevur lagt stóra áherðslu á at menna nýskapan, serliga á tøkniliga økinum.
Luttakarar í orðaskiftinum verða Ulla Joensen, stjóri í Elektron og forkvinna í KT-felaginum, Tórheðin Jensen, marknaðarleiðari á Varðanum og formaður í Ráðnum fyri Gransking, Menning og Nýskapan og Liljan Weihe, løgtingskvinna. Tey fara eitt nú at skifta orð um hvørji átøk kunnu setast í verk fyri at stimbra nýhugsan og um at flyta okkum frá tilfeingisbúskapi til vitanarbúskap.
Heitið á orðaskiftinum er “‘Islands of Innovation: Strategies for Small Nations with Big Potential’” og verður á Føroya Tele pallinum í Silo kl 15:00 fríggjadagin 9. Mai.
Sí skránna til Tonik 2025 her: www.tonik.fo/schedule
Áhugin fyri ráðstevnuni er sera stórur, bæði í Føroyum og uttanlands. Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka og væntandi verða um 700 fólk, sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, myndugleikar, fíggjarstovnar og íleggjarar.
Hetta er triðja árið at skipað verður fyri stórslignu og festival líknandi ráðstevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár.
Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025. Ráðstevnan verður í Silo í Sjóvinnuhúsinum næsta fríggjadag 9. mai.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##