Ordiligt brak

Dysturin í Vestmanna mikukvøldið var av slagnum, sum liva leingi í minninum hjá kræsna hondbóltsáskoðaranum

Hondbóltur

At nógv kann henda innan stutta tíð í hondbólti var mansdysturin í Vestmanna mikudagin gott dømi um. Seinastu 30 sekundini ella so mundi øll høllin vera á gosi. Liðini bæði megnaðu hesa stuttu tíðina at tveita bóltin burtur eina ferð í part. VÍF megnaði at brenna dupultmøguleika at vinna dystin og Finnur Hansson fekk við seinasta skotinum í dystinum skotið avgerandi málið.

Rápa fyri Olsen
Undan hesum høvdu teir gott 400 áskoðaranrir í høllini verið vitni til ein teimum dystunum millum arvafíggindarnar, sum sanniliga livdi upp til heitið sum klassikarin í føroyskum hondbólti. Ein dyst, har báðir partar stríddust av øllum alvi fyri sigrinum. Har Kyndil kanska vóru teir, sum høvdu munin stóran part av tíðini, men har vestmenningarnir tó ongan tíð góvu seg yvir, men tvørturímóti fleiri ferðir hóttu við at senda gestirnar heim við ongum.
Fyrstu løtuna var annars líkt til, at nú skuldi VÍF reisa seg úr øskuni. Ferðin varð frá fyrsta bríksli sett høgt upp, men so líðandi kom Kyndil eisini við í dystinum. Framúr stríðsviljin hevur eyðkent teir grønu seinasta knappa árið ella so, og skjótt stóð greitt, at ansaðu vestmenningarnir sær ikki, so kundi talan gerast um greitt tap. Ta einu løtuna tóktist nærum vera fullkomuliga líkamikið, hvaðandi Kyndilsleikararnir komu, men eftir at Daniel Rápa kom á vøllin, fekk VÍF aftur betur tak á. Bæði í verjupartinum og ikki minst í álopspartinum. Har hevur Daniel ofta verið tann, sum hevur ført kreativetin í álopsspælið, men hesaferð sýndi hann seg eisini sum málskjútti, og við einum VÍF liði uttan Olsen beiggjarnar, vóru báðir lutir harðliga tiltrongdir.

Sjónlig møði
Kyndil fekk tó aftur skrykt seg avstað beint undan steðginum, og í løtunum eftir steðgin gjørdist hendan gongdin meira sjónlig. Liðið vann seg eitt skifti fýra mál framum, men so fór møðin av álvara at merkjast. Breiddin í leikarahópinum hevur áður verið nevnd sum størsti ? og kanska einasti ? veikleikin á liðnum, og sum minuttirnir gingu át VÍF seg bara nærri og nærri sigrinum. Piti og Sámal høvdu nú eisini innstillað kanónirnar, og upp á fimm minuttir hevði VÍF soleiðis koppað øllum á.
Eitt time-out tóktist tó vera bjargingin hjá Kyndli. Hetta gav liðnum luftina aftur, og seinastu fimm minuttirnar mundun hitastigini í høllini fara fleiri stig upp. Liðini skiftust um at skora, tá VÍF so kiksaði við støðuni 28-28, tóktist alt liggja til Kyndil. Fyrsta álopsroyndin kiksaði tó, men tá Dejan Lacok - sum í seinna hálvleiki stóð sum sannur brandur - í eini heilabløðing sendi bóltin beint í føvningin á Kyndils-leikara, tóktist slagið vera tapt. Í hvussu so er í eini fimm sekund.
Tí Dejan var nevnliga ikki einasti apoplexi-sjúklingurin hesa løtuna. Hóast 27 sekund vóru eftir, so smekkaði Finnur Hansson til alt fyri eitt, og tá bólturin streyk framvið málinum, tók VÍF sítt time-out. Hetta gav teimum góðar stundir at umhugsa seinasta álopið, og tað átti eisni at givið úrslit, tá teir fimm sekund fyri leiklok leiktu Agnar Joensen, kundi tað veri avgerðin. Men Johan Danielsen bjargaði, og tá Piti so sendi returin á stongina úr spískum, fekk Kyndil seinasta møguleikan. Og hesaferð sveikt Finnur ikki.

Eingin kreppa - men
Undan dystinum hevur verið tosað um kreppu í VÍF, og tó at talan aftur gjørdist um tap, so bendi innsatsturin á vøllinum hesaferð á, at liðið er ávegis úr kreppuni. Men tað skerst ikki burtur, at leikararnir mundu iðra seg um dystin aftaná. Høvdu teir bara koyrt bóltin runt seinastu løtuna, so vildi tað í løtuni merkt tað sama, sum ein sigur hevði gjørt. VÍF hevur nevnliga enn ongan javnleik á kontini mótvegis Kyndli, sum vildi mist stig við javnleiki, so í so máta má sigast, at talan var um eitt illa umhugsað seinasta álop.
Hjá Kyndli mundi tað hinvegin kennast sum at fáa jackpot í lottarínum. Liðið helt fast um góðu byrjanina á árinum, og kanska týdningarmiklari, so fingu teir opna eitt veruligt hol niður til arvafíggindarnar. Enntá í egnari holu.

Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 28-29 (13-25)
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 7(1), Daniel Rápa 7, Piti Negru 5, Harald Bjørgvin 2, John Zachariasen 2, Petur Frank Joensen 2, Ólavur Brimnes 2, Áki G. Olsen 1
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 8(4), Høgni Klein 6, Jacob Jónsson 5, Josef Abrahamsen 3, Janus Einar Sørensen 3(1), Finnur Hansson 3, Ken Zachariasen 1
Brotskøst: VÍF 1, Kyndil 7
Útvísingar: VÍF 6, Kyndil 4
Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen. Ikki alla tíðina líka sannførandi, men fyri úrslitið av dystinum hevði ikki avgerandi týdning.