Fleiri útlendskir serfrøðingar fara at halda fyrilestur á ráðstevnu um orkusparing í húsum og bygningum, sum Landsverk skipar fyri. Ráðstevnan vendir sær til øll, sum prosjektera, byggja, brúka og umsita bygningar »Kilowatt, krónur og koltvísúrni« er heitið á ráðstevnu, sum Landsverk skipar í Norðurlandahúsinum 20. mai, har orkunýtsla er í brennideplinum.
15 milliónir krónur eru í ár játtaðar til tiltøk, sum spara um orkunýtsluna í almennum bygningum og harvið eisini at minka um CO2-útlátið.
Landsverk er farið undir at kanna almennar bygningar og at skráseta møguleikarnar at minka um orkunýtsluna. Síðani verður farið undir at fremja ítøkilig orkusparandi tiltøk, sum kunnu vera alt frá at skifta og broyta bygningslutir til at broyta nýtsluatburð.
Tað er í hesum sambandi at orkuráðstevnan verður hildin. Ráðstevnan vendir sær til ráðgevarar, byggimeistarar, stovnsleiðarar, húsavørðar og byggimyndugleikar. Á ráðstevnuni fáa tey innlit í hugsanir og vitanina hjá serfrøðingum á økinum.
Kim B. Wittchen fer at hava fyrilestur um orkusparing í verandi bygningum. Hann er civilverkfrøðingur og seniorgranskari hjá Statens Byggeforskningsinstitut á deildini fyri orku og umhvørvi.
Anna Pia Koch fer at varpa ljós á avleiðingar av orkusparandi tiltøkum, við serligum atliti at inniluft. Hon er seniorráðgevi hjá Teknologisk Institut við serkunnleika í fukti og inniumhvørvi.
Mikael Koch fer at halda fyrilestur um orkusparing og byggilist. Hann er arkitektur og ráðgevi hjá Danske Arkitektvirksomheder viðvíkjandi umhvørvi og burðardyggari bygging.