Orkunýtslan næstan tvífaldað

Orkunýtslan verður næstan tvífaldað í 2030 í mun til støðið í dag. Hetta krevur serar stóra útbyggingar hjá SEV

Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, er ein av teimum, ið kanna framtíðartørvin fyri útbygging av elorkuni í Føroyum.

Hann vísir á, at um vøksturin á elorku fer at halda fram, sum hann hevur gjørt seinnu árini, so er neyðugt við stórum útbyggingum. Orkunýtslan fer upp frá umleið 345 GWh í 2017 til næstan 600 GWh í 2030. Harumfram vita teir eisini um nakrar veitar, ið fara at hava sera stóran tørv á orkunýtslu komandi árini.

– Við allari hesari vitanini, eru vit noydd at endurmeta útbyggingina av orkunýtsluni í Føroyum. Tað er tað, vit eru í gong við nú, sigur Terji.

Fleiri kanningar skulu gerast, og so er tað ein politiskur spurningur, hvør loysn verður vald.