Ormurin Langi vann fýra tær fyrstu kappingarnar í summar, og Ormurin Langi vann aftur ídag.
Hóast avbjóðararnir fyrr í summar ikki hava megnað at bjóða Orminum Langa av, og tað harvið kanska kundi hugsast, at Ormurin Langi ikki fór at leggja so ógvuliga nógv fyri í góðveðrinum í Vestmanna, so vístu sigursvandu rógvararnir seg í bestu útgávuni higartil í ár.
Ormurin Langi sprakk avstað, hann vann tað mesta av einari bátslongd í startspurtinum, og so varð munurin støðugt størri.
Ormurin Langi róði sum fyri lívinum, tá ið hann kom skúmandi fram ímóti málinum, og tá ið hann fór um málstrikuna, vóru tað meiri enn níggju sekund aftur til hinar báðar bátarnar. Tað vil siga tað mesta av fýra bátslongdum.
Kappingin um næstfremsta plássið var sera spennandi. Drekin Reyði bjóðaði Havnarbátinum av, og eftir at bátarnir leingi høvdu ligið stavn um stavn, vóru argjamenninir drúgvari í endaspurtinum.
1 | Ormurin Langi | 04:11.17 |
2 | Drekin Reyði | 04:20.28 |
3 | Havnarbáturin | 04:21.13 |
1 | Ormurin Langi | 35 |
2 | Havnarbáturin | 29 |
3 | Drekin Reyði | 11 |
rsf.fo