Ormurin Langi á pall á Tvøroyri

Tað er ikki ofta, at ein av okkara fremstu tónleikabólkum, Týr, er á palli, men í kvøld spæla teir í TB-húsinum á Tvøroyri

 

Konsert


Í kvøld verður eitt sjáldsamt høvi at hoyra ein av okkara kendastu tónleikabólkum.

Tá fer bólkurin Týr á pallin í Tb húsinum á Tvøroyri.

Týr sló rættiliga ígjøgnum í Prix Føroyum, tá ið teir framførdu teirra egnu útlegging av aldargamla kvæðnum, Orminum Langa, sum gjørdust ein rættilig landaplága og fekk ung og yngri upp á gólv.

men Týr hevur eisini mangt annað at bjóða uppá.

? Tað, vit fara at spæla í TB húsinum í kvøld er tungt, og tað er føroyskt, sigur Poul Arne Holm, sangari í Týr.

Hann sigur, at tónleikurin hjá teimum er nógv kveiktur av føroysku kvæðunum og at tær tungu rútmurnar eru ofta at hoyra aftur í løgunum.

?Men sjálvsagt fara vit eisini at spæla Ormin langa, sigur hann.

Tað er ikki ofta, at Týr er á palli í Føroyum, men tað kemst av, at allir limirnir í bólkinum búgva niðri.

Nú Týr fer á pall á Tvøroyri, verður tað við nýggjum gittarspælara. Jòn Joensen hevur tikið seg úr bólkinum, tí hann hevur ikki stundir at spæla. N`yggjur gittarspælari er Terji Skibenæs, sum ikki er ókendur, tí hann hevur áður spælt í Flux.

Saman við Týr, fer eisini havnarbólkurin ?Happy?? úr Havn at spæla í TB húsinum í kvøld. teir hava ikki verið so nógv frammi, men teir spæla heavy metal tónleik og skuldi hóska væl til eitt kvøld saman við Týr.


Nýggj fløga í januar

Annars kunnu Týr fjepparar gleða seg til 10. januar, tí tá gevur Týr nýggja fløgu út.

Poul Arne Holm sigur, at teir hava verið í upptøkuhølunum og tikið fløguna upp og tónleikurin er hin sami, tungi, føroyski.

Átta løg eru á fløgunum og teir hava gjørt alt sjálvur og tað, teir ikki hava gjørt, hava teir lagt til rættis. Ikki minst verður hugsað um Ormin Langa, sum eisini er við á nýggju fløguni, men nú er hann tikin upp av nýggjum. Hini løgini eru nýggj, men tað skilst, at okkurt kvæði er eisini á fløguni. Tað er Tutl, sum gevur fløgua út.

Annars skilst at okkurt er á fløguni, sum fer at taka lurtararnar eitt sindur á bóli