Søgan er hon, at ein genta í 1300 talinum hevði fingið ein so vakran ring. Men hon vildi so fegin, at ringurin gjørdist størri, og tí fann hon upp á ráð, at leggja ringin í eina eskju saman við einum ormi, sum kundi gera ringin størri.
Eftir eina tíð fór gentan at kanna eftir, um ringurin var vorðin størri, men ólukkutíð var ringurin líka lítil og smekkur, sum hann altíð hevði verið. Hinvegin var ormurin vaksin ógvuliga nógv, og var um at bresta eskjuna, hann lá í saman við ringinum.
Gentan visti nú ikki síni livandi ráð annað enn, at tveita eskjuna við ringi og ormi í út í ánna Laugarfljóti.
Og meðan ringurin ongantíð gjørdist meira enn tað, hann av byrjantíð var, vaks ormurin ár undan ári.
Han gjørdist so stórur, at hann ran langt inn á áarbakkarnar, og har fangaði og át hann fólk og fæ, sum vóru so óskettin at koma honum í nánd.
Hetta kundi sjálvsagt ikki ganga, men at fáa bilbukt við orminum var lættari sagt enn gjørt.
Fólk úr Egilsstaði, har Laugarfljót rennur ígjøgnum, vistu ikki síni livandi ráð, men so einaferð fingu tey fatur á tveimum gandakallum úr Lapplandi, og teir komu til Íslands at vita, um teir ikki kundu hjálpa.
Teir kavaðu í Laugarfljót og fingu sanniliga fatur á ringinum. Hartil fingu teir eisini bundiuð ormin fastan í botnin á ánni, bæði høvdið og halan. Og tað er tí, at tað nú bara við hvørt hepnast hjá orminum at stinga ryggin burtur úr ánni.
So seint sum í vár, greiddi frásøgumaðurin frá, hevði tað hepnast einnum bónda, einum gomlum manni, at fáa tikið eina mynd av orminum, og tað giongu bert fáar vikur, so var eitt stórt filmslið í Íslandi at gera eina sending um ormin í Laugarfljóti. Teir høvdu nevniliga sær myndina á facebook, saman við 5-6 milliónum av hyggjarum, og nú skal hendan sendingin vísast í amerikanskum sjónvarpi, greiddi tíðindafróði íslendingurin frá.