Søgan endurtók seg. Á Skálafjørðinum var Ormurin Langi greitt fremstur, og tað var hann eisini í dag.
Havnarbáturin gav Orminum Langa dygga mótstøðu á norðoyastevnu, og havnarmenninir hava síðani róð, sum teir gjørdu í Klaksvík.
Munurin er tann, at teir á Orminum Langa avrika so nógv betri, enn teir gjørdu í fyrsta róðrinum.
Í dag tóku teir ein rimmar endaspurt, og hóast eingin kapping var um fremsta plássið, so var tað stásiligt og flott róðraravrik at síggja Ormin Langa stevna fram ímóti málinum.
Tað vóru snøgg níggju sekund ella tríggjar bátslongdir frá Orminum Langa og aftur til Havnarbátin.
1 Ormurin Langi 04:40.33
2 Havnarbáturin 04:49.33