Orrusta í KVF: Johnny gjørdi tænastur fyri Eik

Vikuskiftis Sosialurin hevur tosað við Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam

Í Kringvarpinum hevur ikki hissini stríð tikið seg upp á tíðindadeildini seinastu mánaðirnar. Fyrst kostaði tað eina sjúkramelding til táverandi tíðindaleiðaran. So kostaði tað Liljuni Weihe starvið. Nú kostar tað Johnny í Grótinum tvær klagur. Eina frá Liljuni Weihe um hennara uppsøgn, og eina frá Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógva Olavson til Kringvarpsstýrið. 

 

 

 

Og nú kostar tað eisini Kringvarpsstýrinum eina kæru frá somu journalistum til Mentamálaráðið. Vikuskiftis Sosialurin fer hesaferð afturum ákærurnar hjá journalistunum. Hóast partarnir í málinum eru fáorðaðir og bera seg undan at svara, so er kortini greitt, at allar súður ikki eru syftar júst enn. 

 

 

 

 

- Tá eitt lesarabræv sum tað hjá Símun Absalonsen kann hava við sær, at stjórin fyrst roynir at senda okkum í Fjølmiðlanevndina, og síðan setur ein bólk av starvsfólkum at kanna sínar starvsfelagar, tá er tað ikki eggjandi at gera kritiskan journalistikk. Tá er tað munandi lættari at gera tíðindaflutning, sum ikki traðkar nakran á tærnar, sigur Jan Lamhauge, journalistur.

 

 

 

Les temaði um orrustuna í Kringvarpinum í Vikuskiftis Sosialinum, sum er til keyps kring landið nú.