Leif W. K. Mortensen
Sandi
Tværeisnar hava borgarstjórin og co. útsett fyrrverandi skrivaranum loyvi at byggja, og báðu ferðir vegna smálutir, sum lættliga kundu verið avgreiddir yvir telefon.
Eg skal verða fyrstur at viðganga, at tað er við ringum tannabiti eg yvirhøvur skrivi um eitt sovorði mál, ið eg meti vera á so lágum støði, at tað næstan ikki er vert at taka upp á tungu. Men sum flest øll vita eri eg ikki tann fyrsti at skriva um hetta mál. Henda skræpa er blivin borðreidd av øðrum manni, ið vísur seg at hava tokka til naknar mannfólkakroppar, og hevur lokalar keldur, ið eru dekan og væl informerðaðar. Men av tí at undirritaði eins og flest øll, ið hava fylgt eitt sindur við í politiska sirkusi borgarstjórans og ikki minst varaborgarstjórans, kann eg ikki lata vera við at gera nakrar viðmerkingar.
Ein er væl vitandi um, hvussu byggiloyvi hava verið latin, meðan hesin borgarstjóri hevur rátt fyri borgum, og hvussu hann somuleiðis einaferð dróg eitt misfostur kallað ein barnagarður, yvir høvdið á okkum skattgjaldarum. At hesin barnagarður hevði øll neyðug loyvi, loyvi eg mær at ivast í. Men tað vísir seg, at lógir eru ikki eins galdandi fyri okkum øll.
Sjálvur meti eg, at Sandur hevur fingið alt ov keðilig ummæli tey seinnu árini, og hesi ferð trúði eg verðurliga at friður var, soleiðis at vit kunnu hyggja frameftir og royna at skapa nakað jaligt á Sandi. Men tað vísir seg ikki, at viljin til hetta er til staðar, tá okkara kæra bygdaráð gongur á odda at skapa misstrivna og missnøgd millum bygdafólkið. Tað man verða flest øllum kunnugt, hvat hetta mál í veruleikanum snýr seg um, og var tað rætt, skuldu okkara bygdaráðslimir allir sum ein skammast at koma við tílíkum, ja, eg vil ikki siga fanaskapi, men tað er nær við.
Borgarstjórin, ið hevur nógvar titlar at goyma seg aftanfyri, hevur úttalað seg, at hann umhugsar sína støðu sum løgtingsmaður, tí sambært honum er Tjóðveldisflokkurin ikki nóg tjóðskaparsinnaður. Og vil okkara kæri borgarstjóri verða við, at hetta er tað, ið liggur honum nærmast. Hetta er tann borgarstjórin, ið rópti skrivaran hjá bygdaráðnum illloyalan, tí hon loyvdi sær at hava sína egnu meining um millum annað keypið av barnagarðinum hjá borgarstjóranum, tá hon enn var bygdaráðslimur.
Um borgarstjórin veruliga meinar, at Tjóðveldisflokkurin ikki er nóg tjóðskaparsinnaður, hví skal hann so út í fjølmiðlarnar at úttala seg um sína missnøgd, hví tekur hann ikki hetta mál upp við sínar floksfelagaðar ella sítt lokalfelag. Jú, tí maðurin hevur ikki peiling av, hvat tað merkir at vera loyalur. Sjálvandi veit hann, hvat orðið merkir, men mátin hann uppførir seg yvir fyri sínum politiska felag, og ikki minst síni heimbygd, vísir bara, hvussu nógv hann veruliga leggur í tað at vera loyalur.
Eg fari at halda sum Sjúrður Skaale skrivaði í lesarabrævi herfyri, at borgarstjórin nýtur hetta úttalilsi til enn einaferða at kunna siga, at eftur óteljandi áheitanir hevur hann valt at stilla upp til næsta val. Lat meg tó viðmerkja, áðrenn eg fari víðari, at eg skilti innihaldi í lesarabrævi Sjúrðar, og tað er nokk meir enn hvat mann kann siga um borgarstjóran á Sandi. Tí í eini roynd at vísa síni skrivikynstur, ið hann heldur kloddut kemur burturúr, staðfestur hann í aftursvarinum til Sjúrða, hví mann nýtur orðafelli “sekur at sær tekur”. Hann roynir tó at nema við kjarnan í lesarabrævinum, sum í veruleikanum snúði seg um tíðindaflutning hjá Útvarpið Føroya, har Sjúrður nýtti úttalilsi hjá løgtingsmanninum av Sandi sum dømi. Men hann blívur við at vera speiskur og brikslar Sjúrði eitt og annað, og vísur hetta bara, hvussu rætt Sjúrður hevur rakt.
Men skal eg geva borgarstjóranum eini ráð, eru tey, at hann gevst í politikki yvirhøvur. Tað hevur verið afturgongd á mest øllum økjum, tey nógvu seinastu árini, har hann hevur verið ímyndin av politikki á Sandi, og tað sær ikki út til at verða nøkur broyting á veg, hóast tað er alvorligur hákonjukturur í okkara landi. Sum eg dugi at síggja tað, er tað einans ein maður, ið hevur notið ágóðan av at vit hava henda borgarstjóra og løgtingsmann.
Politisku motiv og trúðvirði borgarstjórans og ikki minst varaborgarstjórans, máttu nú eftir hondini verið eitt ivamál millum bygdafólkið á Sandi.