Ósemja um skattin í Klaksvík

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fekk onkran býráðslim at detta av stólinum og hjá einum øðrum leyp ketan av

Klaksvíkingar skulu ikki rinda meiri í skatti næsta ár.

Tað heldur andstøðan í Klaksvíkvar býráð.

Annars hevur samgongan í býráðnum lagt upp til, at skattaprosentið skal hækka 0.5 prosent næsta ár.

 

Les eisini: Klaksvíkingar skulu rinda meiri í skatti

 

Men tað tekur andstøðan ikki undir við og býráðslimir fyri andstøðuna gjørdi púra greitt, at tey taka ikki undir við at hækka skattaprosentið.

 

Ístaðin vil andstøðan lækka raksturin og fíggja tað við at hækka inntøkurnar hjá Klaksvíkar Havn og við at skerja lønarútreiðslurnar á ymsum økjum.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir helt, at tað var ikki røtt mannagongd at hækka skattin í so góðum tíðum sum hesum.

- Tíðirnar skifta, men er so ætlanin at lækka skattin, tá ið tíðirnar versna aftur, spurdi hon.

 

Tað vóru eisini býráðslimir í andstøðuni sum átalaði, at samgongan brúkar tær góðu tíðirnar til at bjálva seg fíggjarliga.

- Eitt býráð hevur ikki loyvi at krevja meiri skatt frá fólki enn býráðið brúkar. 

 

Hendan støðan hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, fekk ein annan býráðslim, Signhild Johannesen at ”detta aftur av stólinum”, sum hon málbar seg.

 

Hon vónaði ikki at koma í ta støðu, at skattaprosentið verður hækkað í ringum tíðum, tí kommunan eigur at styrkja seg í góðum tíðin, so at ráðini vera til at veita ein lætta í ringum tíðum.

 

Og hjá hjá borgarstjóranum, Jógvan Skorheim, ”leyp ketan av”.

- Tað er nettupp í góðum tíðum, at talan kann vera um at hækka skattaprosentið, segði hann.  

- Í ringum tíðum eiga vit at kunna lætta byrðuna fyri at hjálpa sum best, siga býráðslimir.

 

Hann segði, at endamálið er at rinda skuld aftur í góðum tíðum og bjálva kommununa, so at hon stendur sterkari í verri tíðum.

Hann vísti á, at skatturin verður ikki hækkaður hvørt ár.

- Vit hava samtykt at leggja dent á skúlan og at byggja hann út. Fyrst skuldi hann byggjast út fyri 70 milliónir, men nú er ætlanin broytt, so at útbyggingin kostar 100 milliónir krónur fyri at gera umstøðurnar verða nógv betri enn ætlað.

 

- Tann útbyggingin skal fíggjast og tað má verða í góðum tíðum, sigur borgarstjórin.

Hann vísir á, at samstundis sum skatturin hækkar, er Bussleið sett á stovn í Klaksvík, prísurin á barnaansing er lækkað og barnafrádrátturin er hækkaður.