Nú má tvídrátturin ímillum Havstovuna og fiskivinnuna, halda uppat.
Tað heldur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, sum her stendur í práti við Rigmor Dam, tingkvinnu.
Tí heldur hann, at tað verður neyðugt at byggja brúgv ímillum Havstovuna og vinnuna.
Feskasta dømi um tvídráttin, eru kanningarnar, Magnus Heinason hevur gjørt á Føroya Banka og har dapra úrslitið var, at hann fekk bara 32 toskar í 29 hálum.
- Men sum altíð, seta umboð fyri vinnuna spurnartekin við kanningarháttin hjá Magnusi Heinasyni, staðfestir Aksel V. Johannesen.
Hann heldur, at áhaldandi ósemjur gagna ongum.
- Havstovan eigur at vera viðspælari hjá vinnuni, og vinnan viðspælari hjá Havstovuni.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at tað er upgávan hjá politiska myndugleikanum at tryggja, at fiskifrøðin og vinnan arbeiða meira saman, enn gjørt verður í dag.
- Tí eigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum beinanvegin at loyva Havstovuni og vinnuni at gera felags royndir á Føroya Banka og á øðrum friðaðum økjum, heldur hann.
Aksel V. Johannesen heldur, at í hesum sambandi eigur landsstýrið at lata eitt av størru línuskipunum gera royndartúr á Føroya Banka, og kanska á øðrum stongdum leiðum, við eygleiðara frá Havstovuni umborð.
- Ein slík skipan vil skapa betri samljóð millum Havstovuna og vinnuna, størri forstáilsi fyri sjónamiðunum hjá hvørjum øðrum og økja álitið á stovnsmetingar og ta ávirkan friðingar hava á stovnsrøktina.
- Tí álit, felags stev eru avgerandi fyri framtíðar stovnsrøkt.
Aksel V. Johannesen heldur, at manglandi játtan til Havstovuna eigur ikki at verða ein undanførsla.
- Eg ivist onga løtu í, at skipini, sum sleppa at gera royndartúrar á friðaðum økjum, fegin rinda lønina hjá eygleiðaranum, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.