Óskil í Odd: Gilli mitt í rokanum

Tað er rokaligt í norska fótbóltsfelagnum Odd í løtuni. Felagið skal hava nýggjan formann, nýggjan ítróttarstjóra, og venjarin er valdur frá, men ikki koyrdur.

Jan Frode Nornes veit ikki, um hann er seldur ella keyptur. Legendan í felagnum, sum hevur føroyska landsliðsspælaran Gilla Rólantsson í hópinum, er á pappírinum venjari hjá Odd, men leiðslan í felagnum hevur boðið honum annað starv í felagnum, tí tey meta ikki, at hann er rætti maðurin til venjarastarvið.

 

Formaðurin í felagnum leggur frá sær til komandi aðalfund og ítróttarstjórin, sum fekk Gilla Rólantsson til felagið, er eisini farin frá. Trupulleikin hjá leiðsluni er, at Jan Frode Nornes ikki vil hava nakað annað starv í fealgnum og hevur sáttmála fyri eitt ár afturat.

 

Eurosport.no hevur spurt leiðsluna í Odd, um Jan Frode Nornes skal møta til venjing í dag, og um hann er venjari. Her svarar fráfarandi formaðurin, at Jan Frode Nornes ikki er koyrdur og skal møta sum venjari.

 

Norskir miðlar skriva, at tað er óvanligt at eitt felag bíðar til januar at koyra venjaran, tí so er ov stutt tíð hjá einum nýggjum venjara at taka við og hava ein góðan uppstart, samstundis sum fráfarandi venjarin hevur fáar møguleikar at velja í millum.

 

Odd hevur klárað seg væl í eina tíð, men í ár kláraði felagið akkurát at yvirliva í Elituseriuni. Gilli Rólantsson stríddist við ein skaða móti ársenda í fjør. Spurningurin er so, hvussu tað sær út í Odd í 2022.