Norska kvinnan og grannin til myrda advokatin, Liv Thorvaldsen, var millum tey seinastu sum í gjárkvøldið sóu 70 ára gamla, Tor Kjærvik, á lívi. Hon stóð á svalanum hjá dóttir síni og sá, tá advokaturin nærkaðist húsum sínum.
- Eg sá Tor Kjærvik koma heim og hugsaði, at hann helst hevði verið til arbeiðis. Tankar mínir vóru, at hann gongur so friðfult heim til sín sjálvs. Í hurðini vendi hann sær á og hugdi aftur um seg, áðrenn hann fór innar.
Tað sigur Liv Thorvaldsen við tv2.no.
Tú sigur, at hann vendi sær við. Virkaði tað, sum um hann vildi hyggja, um nakar kom aftaná honum?
- Tað veit eg ikki. Men, tað tóktist, sum gjørdi hann tað bara - sum refleks, sigur hon.
Stutt eftir, at advokaturin var komin til hús, smeltu skotini í tí annars so friðarliga íbúðarøkinum, men Liv Thorvaldsen sigur, at hon hoyrdi ikki skotini.
- Vit hugdu eftir Dagsrevy'ini, og so fór eg niður til mín sjálvs. Eg búgvi longur niðri í gondini. Dóttir mín hoyrdi snakk, og síðan komu fólk út úr raðhúsunum í umhvørvinum. Hetta tóktist eitt sindur óveruligt, sigur hon við tv2.no.