Otilie Florentine Hansen, sum doyði í 1923, hevur ein fittan gravstein. Serliga tá hugsað verður um, at umstøðurnar ikki vóru góðar.
Otilie var fødd uttan fyri hjúnalag. Pápin var Marius Olsen í Mirmansstovu av Eiði, f. 1878. Hann flutti seinni til Vágs.
Mamman var Kristina, kallað Stina. Hon giftist niðan á Hvítanes við Marius Benedikt Nybo. Tey fingu ein son, Otto, sum sigldi úti í heimi. Hon flutti eitt skifti niður til sonin men kom heim aftur og doyði á Ellisheiminum í Havn
Einki samband er við ættina hjá Otto. Tað er tí ikki so nógv, sum kann sigast um Otilie. Men vit vita, Jens Christian Guttesen, Gutta Jens, var gubbi hennara.
Ættin
Fyri hesa søgu er tað so heppið, at Stina átti eina systir í Gøtu, sum kallaðist Mia, sum eg kendi væl. Niels Juel Arge hevði eina samrøðu við Miu í 1970, tá ið hon var 98 ár.
Tá greiddi Mia nokk so fitt frá sínum uppruna og sær sjálvari, og er hetta eisini søgan hjá Otilie og mammu hennara.
Tær vóru føddar undir Ryggi, sum eisini verður kallað Kilarkanalin, beint omanfyri Kongabrúnna.
Pápi teirra kallaðist Valta Jógvan. Valtanavnið stavaði frá, at abbin hevði verið forvaltari við kongaliga handilin. Mamman Katrina, kallað Valta Trina, var ættað av Sandi.
Mia var elst av sjey systkjum, av teimum doyðu trý sum smá. Ein systir var Hanna, gift við Gøtu Jákup í Havn. Ein beiggi kallaðist Petur Star. Hann var ógiftur.
Valta Jógvan doyði um 1885. Tá var Mia 13 ára gomul, og tá í tíðini var ikki gamansleikur at vera einkja og faðirloysingur.
Tað kundi hvørki haldast jól ella føðingardagar, ráðini vóru ikki til tess. Mia mintist, at gamli Sloan plagdi at ganga runt og leska tey við klæðum, sum vóru illa fyri.
Tá ið pápin var deyður fekk Mia 3 krónur. Hon setti sær fyri at keypa eitt lamb fyri peningin.
Væl vóru lombini ikki dýr, men so bíliga kundu tey ikki fáast! Fyrsti ferð miseydnaðist tað eisini. Men so fór hon oman á Kongabrúnna, har menn ofta komu at selja seyð, og tað eydnaðist henni at fáa eitt lamb fyri hesar pengar. Tá var í hvussu er jóladøgurðin bjargaður hetta árið. Sum jólagávu kundi hon eisini fáa eitt nýtt fyriklæði.
Annars kundi keypast neytakjøt fyri 10 oyru pundið, men tað var mest nýtt í súpan.
Skógvar vóru ikki ráð til heldur. Teir skógvar, Mia mintist mest til, vóru úr skøtuskræðu. Teir høvdu hvønn sín lit, tí skræðan á skøtu er ymisk á hvørji síðu, á aðrari síðuni vóru eisini píkar.
Men tað kom fyri, at hon kundi keypa einar rotuskógvar í mótahandlinum hjá Josefinu Effersøe í Mettustovu á Reyni.
Mia mintist Niels Finsen. Hann dugdi so væl at syngja. Hon greiddi eisini frá, at hon setti eitt træ á grøvina hjá gubba sínum niðast í gamla kirkjugarði. Tað er nú eitt tað størsta træið í kirkjugarðinum.
Jólatræ í tinghúsinum
Á jólum vóru ikki ráðini til at gera nakað burtur úr heima. Kortini var tann stórhending hjá børnum, at tey vóru boðin til jólatræ í tinghúsinum. Tá fingu tey súrepli og piparnøtur. Tað var ikki hissini fongur!
Mia mintist tá ið núverandi amtmansborgin varð bygd. Her kom tað ikki minni væl við, at hon og mamman fingu til arbeiðis at gera reint í embætismannahúsum.
Eisini kom tað væl við, at mamman hevði tænt hjá Konsul Hansen í Tinganesi. Hann leiddi fyritøkuna Siemsen. Kona hansara var eitt gott fólk, og har plagdi Mia at koma nokk so nógv. Tær plagdu at vera á floti saman.
Sum ung fór Mia til Íslands at arbeiða fisk. Hetta var sera strævið. Men so fór hon at vera í húsi hjá apotekaranum á Seyðisfirði, har hon eisini lærdi at seyma. Tann stóri vinnulívsmaðurin á Seyðisfirði var norðmaðurin Wathne, sum doyði á ferð úr Noregi til Íslands í 1898. Tað varð gjørd ein minnissúla fyri Wathne á Seyðisfirði. Tað klæði, sum var um súlana undan avdúkingina, seymaði Mia.
Hatturin bleiv burtur í Gøtu
Mia var 27 ár, tá ið hon um 1899 giftist við Hans Frederik Hansen í Norðragøtu. Ferðin til Gøtu var ikki serliga romantisk. Tað var við einum báti úr Gøtu, sum hevði verið í Havn og selt sild. Í Havn átti Mia hatt, og hon hevði hann norður við sær. Men at brúka hatt í Gøtu var púra óhoyrt. Tá ið báturin nærkaðist Gøtu, koyrdi Mia hattin undir frakkan, og hatturin kom ikki aftur á høvdið. Hattur til konufólk var púra ókent á hesum leiðum. Men Mia hevði gardinur og urtapottar, sum var eins óhoyrt í Norðragøtu tá.
Mia gjørdist longu einkja í 1904. Maður hennara hevði saman við øðrum keyp skipið Tulip úr Hetlandi. Men tá ið teir vóru í Hetlandi á fyrsta túrinum at landa fisk, komu teir ikki aftur.
Hetta var heldur ikki lætt. Tryggingin var 300 kr. Tey høvdu kúgv. Fyri at fáa nakrar krónur varð mjólkin skúmað, og rómin seldur til handilsmannin Absalon Jacobsen í Syðrugøtu. Eisini kundi nøkur egg seljast.
Mia giftist aftur við Petur, sum var beiggi fyrra mannin, og tey fingu tvey børn Anna Berlina og Hans Petur. Í fyrru giftu fekk hon Hans Jacob, sum seinni varð kendur undir navninum Havstreym. Hann gjørdist formaður í fiskimannafelagnum fyrst í 1932, men hann gekk burtur við Immanuel sama vár.
Mamma Kristian leskaði tey, sum vóru illa fyri
Kristian Djurhuus, sum gjørdist løgmaður, vaks upp í sama grannalagi sum Mia og Stina. Hann var fimm ár eldri enn Otelie, so hann hevur kent hana.
Hann greiðir eisini frá húskinum í sínum endurminningum. Kristian mintist, at Valta Trina sat í sera trongum korum. Sonurin Petur var skipsmaður, og døturnar arbeiddu í fiski. Hetta gav ikki tað stóra, 10 oyru um tíman. Mamma Kristian, Elin, plagdi ofta at geva teimum ein bita, og tá ið Petur var heima um veturin bóðu tey hann eisini ofta fara eftir torvi. Samsýningin fyri at fara eftir einum leypi av torvi var 40 oyru, men tá fekk hann eisini døgurða hjá teimum. Hetta hjálpti fitt um teirra støðu.