Ótolandi parkering á almennum vegum

Nú heitir tekniski leiðarin í Nes kommunu á bilførarar, sum brúka almennu vegirnar til parkeringspláss, um at fáa síni parkeringsviðurskifti í rættlag.

 

Flestu grundstykkini hava eina vídd á millum 500 og 700 fermetrar, og her er í flestu førum ríkiligt av plássi.

- Øll, sum hava ognað sær eitt grundstykki - og ein bústað - eiga at vita treytirnar um parkeringspláss til bilar inni á egnum stykki. 

 

Tað sigur tekniski leiðarin í Nes kommunu í dag. Hann vísir til brot úr reglugerðini hesum viðvíkjandi, har tað stendur soleiðis:

 

"Við sethús skal pláss vera gjørt til bilstøðlar til í minsta lagi tríggjar bilar hjá hvørjum bústaði (fyrr var hetta tal tveir bilar).

 

- Tó standa nógvir bilar úti á almennum vegi. Fleiri av hesum hava staðið í áratíggjur, og í ávísum førum verður einki gjørt við at loysa trupulleikan.

 

Tekniski leiðarin vísir á, at ofta standa bilar eisini uppi á gonguteigum, so fólk til gongu noyðast út á vegin, og tað er ikki heilt vandaleyst! 

 

- Tey flestu grundstykkini hava eina vídd millum 500 og 700 fermetrar. Tá húsavíddin er farin burturav, er í flestu førum ríkiligt av plássi eftir til at skipa síni parkeringsviðurskifti.

 

Tekniski leiðarin vísir á, at trý parkeringspláss krevja einans eina vídd á 50 fermetrar. So, hetta kann fáast við eitt nú at taka burtur av urtagarðinum.

 

- Vit á teknisku deild fegnast um, at fleiri fólk seinastu tíðina hava tikið stig til at fáa bilarnar av almennum vegi og inn á  egið stykkið.

 

At enda á heimasíðuni hjá Nes kommunu vísir tekniski leiðarin á, at fólk eru vælkomin at seta seg í samband við deildina og fáa vegleiðing til at skipa síni parkeringspláss.

 

 

 

Flestu grundstykkini hava eina vídd á millum 500 og 700 fermetrar, og her er í flestu førum ríkiligt av plássi.