Trotið á vøggustovuplássum í Tórshavnar kommunu ger, at fleiri mammur ikki sleppa til arbeiðis. Tær, sum eru stakir uppihaldarar ella ikki eru giftar, hava møguleikan at søkja Almannastovuna um stuðul vegna vantandi barnaansing, og Almannastovan upplýsir, at nú eru fimtan mammur í Tórshavnar kommunu í tí støðuni.
Men tey, sum standa á bíðilista til vøggustovupláss í Tórshavnar kommunu, hava júst fingið bræv frá kommununi um, at tey fáa pláss í august.
Tá verða yvir 200 vøggustovupláss leys.
Umleið 70 dagrøktarpláss verða leys samstundis, og boðini um, hvørji fólk fáa tey, verða send út fyrsta dagin, sigur Katrin Petersen, leiðari á barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu.
Bíðilisti er bæði til vøggustovupláss og dagrøktina í Tórshavnar kommunu, men tann bíðilistin hvørvur, tá ið leysu plássini nú verða útlutað. Út á heystið verður væntandi aftur bíðilisti til vøggustovur og dagrøkt.
Eingin bíðilisti er til barnagarðspláss.
Málið hjá kommununi er, at eingin bíðilisti skal vera, soleiðis at familjur, sum flyta í kommununi, beinanvegin kunnu fáa børn síni ansað.
Tí verður nú farið undir at byggja nýggjan dagstovn í Hoyvíkshaganum suður.
Hóast kommunan er vaksin, er barnatalið minkað seinastu árini. Tað eru avleiðingar av kreppuni í 90-árunum, tá ið so nógv fólk fluttu av landinum.