–Tað bøtir ikki um stríðið móti fátækradømi at hava alment mark. Mátini kunnu brúkast at stuðla politikkinum, men kanningar á økinum høvdu verið meir eftirfarandi. Tað kann tó fyri nógv tykjast løgi at brúka pengar til kanningar, samstundis sum nógvar familjur ikki hava ráð at halda jól, staðfestir Heri Petersen, fulltrúi í almannamálaráðnum, ið eisini samskipaði arbeiðsbólkin, sum í 2014 skrivaði álit um eitt føroyskt fátækramark.
Granskarar og serfrøðingar eru ymisk á máli um, hvussu fátækramark kann brúkast, og hvønn leiklut fátækramark kann hava í sambandi við átøk móti fátækradømi. Tí er neyðugt at fáa eina meira grundleggjandi fatan av fátækradømi, hvussu eitt fátækramark kann brúkast, og hvussu vit fáa eitt fátækramark, sum er egnað til føroysk viðurskifti. Í 2012 setti landsstýriskvinnan í almannamálum ein arbeiðsbólk til millum annað at lýsa ymsar hættir at áseta fátækramark og nágreina, hvat eitt fátækramark kann brúkast til. Heri Petersen, fulltrúi í almannamálaráðnum, samskipaði arbeiðsbólkin, sum skrivaði álit um eitt føroyskt fátækramark.
Í álitinum um eitt føroyskt fátækramark stendur, at markið fyri fátækradømi er ásett til 60 prosent av miðinntøkuni, sum eisini er eitt mark, sum Hagstova Føroya í árligum kanningum brúkar sum mark fyri at vera í fátækraváða. Hetta er tó ikki eitt alment mark, og tað er onki serstakt við tí, at vit í Føroyum ikki hava eitt alment mark, tí tað hava onnur lond heldur ikki, men ístaðin verður markið fyri fátækraváða brúkt sum mátistokkur. Í øðrum londum verður supplerað við kanningum, og í álitinum um eitt føroyskt fátækramark var eisini mælt til at gera tað kvalitativar kanningar, men tær eru kostnaðarmiklar at gera, greiðir Heri Petersen frá.
Í álitinum stendur, at inntøkuhátturin er tann háttur, sum er altjóða mest viðurkendur til at máta fátækradømi, og sum vanliga verður brúkt til samanberingar tvørtur um landamørk. Sostatt er tað inntøkuhátturin, sum vanliga verður sipað til, tá talan er um fátækradømi.
Í altjóða samanberingum er tað so at siga einans inntøkuhátturin, sum verður brúktur til samanberingar.Tað er rímilig semja um háttin, samstundis sum tað í flestu londum finnast hagtøl um inntøkur hjá borgarum, sum ger tað gjørligt at brúka hetta til samanberingar. Tað er ikki við øðrum háttum gjørligt at samanbera tvørtur um landamørk, tí neyðugu hagtølini finnast ikki, og í veruleikanum eru aðrir hættir ikki egnaðir at gera samanberingar við.
Heri Petersen greiðir tó frá, at inntøka í sjálvum sær ikki sigur nokk um umstøðurnar hjá fólki, ið eru í fátækraváða, tí millum annað siga tær ikki, um fólk eru lesandi, sjálvstøðug vinnurekandi, eiga ognir ella um hvussu nógvar útreiðslur tey hava í mun til aðrir borgarar. Tað er ein rúgva av vitan, sum man ikki veit, og tí er hetta trupult at hava við at gera.
– Inntøkan er tískil ikki altíð útrykk fyri, hvat tey kunnu brúka, sigur hann.