Heimsheilsustovnurin WHO ávarar í móti smábarnamati við ov nógvum sukurinnihaldi.
WHO hevur kannað ymisk sløg av smábarnamati, og tey hava funnið fram til, at fleiri sløg innihalda ov nógv sukur. WHO mælir frá, at børn undir hálvt ár læra smakkin av sukri at kenna, tí tað økir um vandan fyri heilsutrupulleikum seinni í lívinum.
WHO mælir tí til, at forboð verður sett fyri at selja smábarnamat, har meira enn 15 prosent av orkuni kemur frá sukri. Eisini verður mælt til, at smábarnamatur ikki skal innihalda meira enn fimm prosent reina frukt.
WHO heldur, at vørulýsingin av smábarnamati skal verða greiðari, so at foreldur ikki verða villleidd.