Tá ið Dia Midjord í summar tók við sum stjóri í Kringvarpi Føroya hevði hann sum styýrislimur vitan um, hvussu stóð til fíggjarliga hjá stovninum.
Hann var greiður yvir, at peningur lá á kistubotninum, men at hesin fór at verða uppi skjótt.
- Tá ið eg tók við, helt eg meg hava 60 mió. krónur at arbeiða við, men tað vístu seg bara at vera 55 mió. krónur, sigur Dia Midjord við Rás2.
Hann sigur, at stýrið fyri kringvarpið fleiri ferðir hevur vent sær til politisku myndugleikarnar, men einki hevur rinið við. Stýrið hevur havt uppskot eitt nú um at sleppa undan mvg, at hækka kringvarpsgjaldið og annað, men einki hevur borið til.
Nú hevur kringvarpsstjórin fingið boð um at høgga bremsurnar í sum skjótast, so hallið í ár verður so lítið sum gjørligt.
Endalig støða er ikki tikin til, hvussu uppsagnirnar falla.
Ein tanki er bygnaðarbroytingar. Stjórin ivast í at neyðugt er við seks deildum, tí torført er at fáa so nógvar leiðarar at syngja sama lag.
- Men tað er ikki nóg mikið við tí, starvsfólk mugu eisini sparast burtur, sigur Dia Midjord.
Enn kann hann ikki siga, um tað ber til at siga øllum upp, men tað heldur hann hevði verið tann mest rættvísi mátin.