Óli M. Lassen
Hetta sigur Anfinn Kallsberg í viðtalu við Sosialin, hann sigur eisini at tænastuvinnunar ikki kunnu liva sítt egna lív, men mugu avspegla tann eftirspurning, ið er hjá primervinnuni. Tú kanst gott samanbera almennar- og privatar tænastur undir einum Um tænastuvinnurnar fara munandi uppum tað ið primervinnan eftirspyr, so er ein skeivur útviklingur sigur Anfinn Kallsberg. Hesar tænastuveitingar mugu fylgja gongdini hjá primervinnuni, bæði tá tað gongur upp, og so sanniliga eisini tá tað gongur niður sigur Anfinn Kallsberg.
Privata tænastuvinnan fylgir framleiðsluvinnunum
Á talvuni síggja vit, at privatu tænastuvinnurnar fylgja gongdini hjá framleiðsluvinnunum, tó at tað kann verða ein ávís forskjóting tíðarmessiga, men vísur talvan eisini greitt, at tað almenna hevur torført við at tillaga seg til broyttar umstøður vísir Anfinn Kallsberg á.
Tú sært at tænastuvinnurnar hava lætt við at koma við upp, men blíva við at forseta uppeftir, sjálvt um primervinnan fer niður. Hetta síggi eg sum eitt problem fyri føroyskan búskap í dag sigur Anfinn Kallsberg, og er tað ein skeiv gongd heldur hann áfram.
Anfinn Kallsberg vísur eisini á, at tær avtalur í vøru gjørdar á almenna arbeiðsmarknaðinum um lønarniðurskurð, ikki bleiv normalisera aftur fyrr enn í 1999 - 2000. Og sæst tað eisini aftur, tá ein hyggur eftir lønargongdini í samfelagnum.
Í hesum tíðarskeiði við lønarafturhald er lønarvøksturin innan tað almenna ikki vaksin so nógv, meðan tann privati sektorurin hevur haft eina framgongd. Men eru almennu lønargjaldingarnar tey seinru árini aftur øktar munandi.
Anfinn Kallsberg vísur á, at tað nevniliga er hesin faktorurin millum alment og framleiðsluvinnuna at tað er neyðugt, at fáa aftur í rættlag, nú vit síggja, at tað er fall í framleiðslulønunum, meðan tað er vøkstur í lønunum innan almennar tænastur og fyrisiting v.m.; tað er hetta her vit mugu fáa balanca aftur í. Uppá sikt heldur búskapurin als ikki til hetta sigur Anfinn Kallsberg.
Uppá fyrispurningin um hvussu niðurgongd í framleiðsluvinnunum ávirkar búskapin og fíggjarlógina, sigur Anfinn Kallsberg, at hetta ávirkar okkum sera nógv, fyri tað fyrsta ávirkar tað handilsjavnan hjá okkum við tað at vit fáa ein minni útflutning, og tað er klárt at ein minni útflutningur og skapan av útflutningi í útflutningsvinnunum gevur ein minni eftirspurning í samfelagnum, sigur Anfinn Kallsberg, so alt annað líka skuldi innflutningurin minkað tilsvarandi, og tað vil siga, at øll handilsvinna og øll avleidd vinna av tíð, merkir tað beinanvegin.
Men tað ræður um at hava yvirskot, fyrst og fremst á einum handilsjavna, einum gjaldsjavna og síðani at hava yvirskot faktiskt í øllum liðum, bæði hjá tí privata og hjá tí almenna fyri at hava eitt sunt samfelag sigur Anfinn Kallsberg.
Um eydnast skal at lækka halli á fíggjarlógini munandi so er fyri tað fyrsta neyðugt at royna at skapa fleiri inntøkur til samfelagið og royna at halda aftur við almennu útreiðslunum sigur Anfinn Kallsberg at enda í viðtalu við Sosialin.