Ov tíðliga at øsa seg um útjavning enn

? Enn er ov tíðliga at øsa seg - ella at fegnast - um útjavningarskipanina, sum Kommununevndin mælir til, sigur Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn. Hann vísir á, at eingin útjavningarskipan verður gjørd, fyrr enn kommunurnar eru lagdar saman - og tá kunnu vera fleiri sterkar kommunur

Borgarstjórin í Havn, Leivur Hansen, er í høvuðsheitinum væl nøgdur við álitið frá Kommunubólkinum, og hann kann taka undir við fleiri av tonkunum í álitinum.

? Tórshavnar Kommuna hevur eftir okkara tykki ta stødd, sum vit kundu hugsað okkum - serliga nú Kollafjørður er komin afturat, sigur Leivur Hansen.

? Vit eru sjálvandi áhugað í einum góðum samstarvi við Kirkjubøar kommunu, men vit hava ikki nakað brennandi ynski um at leggja saman við enn fleiri kommunum. Men vilja politikararnir hava at vit skulu leggja saman, so hava vit ongar trupulleikar við tí, sigur Leivur Hansen.

Í seinna valskeiði vóru samráðingar millum Tórshavnar kommunu og Nólsoyar kommunu, men Nólsoyar kommuna trekti seg aftur úr hesum samstarvi, sigur Leivur Hansen, sum tó ikki sjálvur tók lut í hesum samráðingum. Men hann váttar tó, at kommunan hevur eisini tosað við Kvívíkar kommunu, sum hevði følarar úti, eftir at Kollafjaðrar kommuna gjørdi av at leggja saman við Havnini.

? Vit greiddu teimum frá tilgongdini, sum førdi til ta samanleggingina, men kvívíksingar tók seinni følararnar aftur, sigur Leivur Hansen.

Tað er einki dulsmál, at fleiri politikarar í høvuðsstaðnum hava verið sera negativir, tá tosað hevur verið um eina kommunala útjavning. Men Leivur Hansen heldur, at eingin orsøk er at øsa seg - ella fegnast - um tað enn.

? Her er Kommunubólkurin komin til tað sera skilagóðu niðurstøðu, at mælt verður at seta nýggja bólk at taka sær júst av hesum eyma spurningi. Tað verður jú tosað um tvær útjavningar, eina útreiðsluútjavning - til lógarbundnar útreiðslur, har tær »ríkaru« kommunurnar skulu verða við til at gjalda fyri eitt nú skúla á smáplássunum - og tað er í fínasta ordan, sigur Leivur Hansen.

Hinvegin, so skilir Leivur Hansen ikki grundgevingarnar fyri eini inntøkuútjavning.

? Her mugu vit vera varin, so vit ikki gera somu mistøk, sum grannalond okkara hava gjørt, sigur hann. ? Vit skulu ikki javna - bara fyri at javna - fyri at allar kommunur skulu vera líka, tí sum høvuðsstaður hevur í hesum føri Havnar Kommuna serliga útreiðslur og serligar uppgávur, sum hinar kommunurnar ikki hava. Tað skal hevur ikki vera so, at hinar kommunurnar leggja seg afturá og siga, at Havnin skal gjalda alt. Heldur ikki má hetta drepa virkishugin úti um landið. Vit skulu framvegis eisini hava møguleika fyri at kappast um tey bestu tilboðini.

? Vit fáa helst eina slíka skipan, men vit fáa onga útreiðsluskipan fyrr enn kommunurnar eru lagdar saman, og so skulu uppgávurnar verða lagdar út. Hetta verður so í fyrsta lagi um fimm ár, sigur Leivur Hansen.

Hann heldur tí, at stundir verða til at fáa eina skilagóða javningarskipan, og hann væntar eisini, at tá kommunur eru lagdar saman, so verða eisini onnur øki, ið vera so mikið væl fyri, at tey eisini »hava yvirskot«, ella kunnu lata til tey øki, ið eru verri fyri.

Annars heldur borgarstjórin í Havn at tað er skilagott at hava Sundalagskommununa sum lægsta felagsnevnara fyri, hvørji øki kunnu leggjast út til kommunurnar at umsita. Hann heldur, at við hesum verða øll tey øki løgd út, sum Tórshavnar kommuna kundi hugsað sær at umsitið.