Ov vánaligt veður

Tíðliga sunnudagin var so mikið ringt veður, at seinasti teinurin, sum var Streymoyggin við sínum 109 kilometrum, ikki varð súkklað. Seinni batnaði veðrið tó munandi

Eftir leygardagin, tá súkklukappingin var darvað av vánaligum veðri í Suðuroy, var gjørt av at avlýsa seinasta teinin sunnudagin, sum var úr Tjørnuvík til Havnar umvegis Saksun og Gomlurætt. Veðrið var fyrr um dagin so vánaligt, at yvirdómarin, Geyr Gilsteinsson, ikki helt tað vera ráðiligt at gjøgnumføra ein veðurharðan dag aftrat.

– Vit vóru úti á pørtum av rutuni og forhoyrdu okkum annars um veðrið aðrastaðni, og tá vit søgdu súkklarunum, at vit ætlaðu at avlýsa teinin, mótmælti eingin av teimum. Í staðin valdu vit bara at taka eina paradusúkkling í Havn og á Argjum, sum so endaði við trimum umførum í Gundadali, men uttan at vera kapping, sigur hann.

Tað vísti seg annars, at veðrið batnaði nógv út á dagin, og óivað hevði borið til at gjøgnumført seinasta teinin eisini, men avgerðin var tikin, so har gjørdist einki við tað. Helst hevði tað eisini sítt at siga, at avgerðin í bæði einstaklinga- og liðkappingini longu var fallin, so har hevði ikki verið tað stóra at kappast um kortini.

– Tá hugt verður at veðrinum, sum tað bleiv seinnapartin, var tað kanska eitt sindur spell, at kappingin var avlýst fyrr um dagin, men tað er lætt at siga aftaná, segði Gunnar Dahl-Olsen, sum eisini fekk viðhald frá Torkil Veyhe:

– Ta løtuna, tá avgerðin var tikin, sá tað einki út, men seinni var veðrið so gott, at tað saktans kundi verið súkklað. Kappingin kundi kanska verið útsett ein tíma, men nú bleiv tað so, sum tað bleiv. Høvdu bara ein ella tveir minuttir verið á muni, hevði tað kanska verið verri at avlýst.