Nógvir leikarar hava verið á pallinum í bankamálinum, og nógvar gitingar hava verið gjørdar.Tað kann t.d. hava verið gjørt, fyri at seta annan partin í ávíst ljós.
Tað byrjaði við at Anne Birgitte Lundholdt úr Konservativa flokkinum, í vár segði, at hon ikki væntaði at Fíggjareftirlitið og Vinnumálaráðið fóru at standa seg illa í kanningini.
Næsta ábendingin í málinum var, at Peter Straarup, sum var ein av smiðunum aftan fyri partabrævaumbýtið, varð settur forstjóri í Den Danske Bank.
Tá var viðmerkingin, at henda stjórasetanin var tekin um, at Den Danske Bank fór at koma væl frá sínum leikparti í bankamálinum.
Síðani kom fram, at Michael Rekling, skrivari í kanningarnevndini, var inhabilur, og hevði arbeitt fyri Den Danske Bank.
At enda komu so tíðindini um, at kanningarnevndin skuldi hava latið Den Danske Bank 1200 loynilig skjøl. Í samráði hósdagin avsannaði Frank Jensen hetta, eftir at hann hevði fingið frágreiðing frá Jørgen Grønborg, kanningarstjóra. Einki hald var í greinini,sum stóð í ?Børsen³ 1. oktober í ár, varð sagt í politisku búskaparnevndini.
Helena Dam á Neystabø, eygleiðari í nevndini, kann ikki gera viðmerkingar til kanningina, men hon noyðist at viðganga, at nógvur ófriður hevur verið um kanningina í seinastuni.
- Vit vilja bert hava kanningina lidna, so bankamálið kann verða viðgjørt og sakarmál reist, áðrenn firningarfreistin er úti, sigur hon.
- Tað er heldur ikki óhugsandi, at partarnir stúra fyri úrslitinum av kanningini. Tað er kanska orsøkin til at fleiri - hálvavegna gølur - hava verið frammi, men eg haldi ikki, at vit kunnu illgita nakran, sigur Helena Dam á Neystabø.
- Eg veit bert, hvat eg havi hoyrt og sæð, men eg veit ikki, hvussu kanningarnevndin prioriterar ymsu lutirnar. Sum støðan er í dag, so eigur kanningin at verða gjørd liðug.
- Vit eru øll ørkymlað av, at tað hevur tikið so drúgva tíð at fáa enda á kanningini, og til hetta kann sigast, at gølusøgurnar hava seinkað málinum,sigur Helena Dam á Neystabø.
Spurd um tað ikki er sannlíkt, at partar í kanningini vilja forða nevndini í at gera arbeiðið liðugt, sigur Helena Dam á Neystabø, at tað er hugsandi at onkur vil taka álitið á kanningarnevndina burtur.
- Er vandi fyri, at kanningarnevndin verður forðað í at gera arbeiðið liðugt?
- Eg trúgvi at kanningarnevndin hevur sett sær fyri at gera kanningina lidna. - Um so er, at arbeiðið steðgar upp, skal helst ein lógarbroyting gerast, sum semja skal vera um, bæði í Løgtinginum og á Fólkatingi. Tað er neyvan sannlíkt, sigur Helena Dam á Neystabø.