Óvanligur stuldur í suðuroy

Í morgun hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir um innbrot, harav tað eina má sigast av vera av tí heilt óvanliga slagnum.

 

Tað var í Suðuroyi, har ein maður boðaði frá, at brotið varð inn í egningarskúr og haðani eru hevur onkur tikið einki minni enn 15 línustampar, og er farin avstað við teimum.

 

Løgreglan kannar málið, men hevur ikki enn fingið greiði á tíð.

 

Í Havn hevur ein bilur verið fyri herverki og úr einum øðrum bili í somu gøtu, er ein telda stolin.

 

Løgreglan sigur, at málið er ikki uppklárað, men at tey hava spor at ganga eftir.