Leygardagin á ovastevnu í fjør flutti Strandferðslan ikki færri enn 2.347 fólk um Nólsoyarfjørð. Aftrat hesum kom hópur av bátum úr ymiskum heraðshornum til bygdar at halda stevnu Ovastevna, sum verður hildin nú í vikuskiftinum, er vorðin ein sera væl vitjað stevna. Hóast stevnan liggur seinni enn flestu aðrar, er hon heilt avgjørt stevnan, sum lutfalsliga verður eina best vitjað ? í mun til fólkatalið í bygdini.
Í Nólsoy búgva færri enn 300 fólk, men hyggja vit at tølunum yvir ferðandi, sum Strandferðslan flutti um Nólsoyarfjørð á ovastevnu í fjør, eru hesi rættiliga stór.
Fyribilstølini í fjør vístu, at Strandferðslan flutti tilsamans 3.508 fólk um fjørðin. Fríggjadagin var talið 572, leygardagin heili 2.347 og sunnudagin 589.
SL sigldi við Rituni og Brynhild. Haraftrat sigldu aðrir bátar, eitt nú Silja Star, eisini við ferðafólki.
Ein hópur av frítíðarbátum og øðrum bátum stevndu eisini út til Nólsoyar í fjør eins og á øðrum ovastevnum, ið nólsoyingar hava skipað fyri.
Stevnan er soleiðis eisini ein bátastevna, har tey, sum dáma at sigla, hava eitt hugnaligt kvøld í Nólsoy eftir regattasigling og hugna í Hósvík.
Aftur í ár er regattaasigling, og beint eftir middag leygardagin stevna allir bátarnir úr Hósvík og út til Nólsoyar.
Væntandi er, at fleiri enn hundrað bátar úr ymiskum heraðshornum koma at liggja í Nólsoy leygarkvøldið og sunnunáttina.
Í fjør mettu fyrireikararnir, at eini 4.000 fólk vitjaðu í Nólsoy á ovastevnu.