Guðrun Sundar Hansen, sum er ein av limunum í stuðulsnevndini fyri svimjihyli í Nólsoy, sigur í dag á facebook-síðuni hjá ovastevnu, at tað var á fundi í juni mánaði í ár, at tríggir av limunum í nevndini løgdu fram, at hetta fór at vera seinasta ovastevnan, sum hesi vildu vera við til at fyriskipa.
- Tó vilja vit framhaldandi arbeiða í stuðulsnevndini, eitt nú við at fáa greiði á grundini hjá stuðulsnevndini, sum liggur við síðuna av skúlanum.
Grundin, sum Guðrun sipar til, er stoypiarbeiðið, sum er gjørt í samband við ætlaða svimjihylin.
Guðrun Sundar Hansen sigur, at tey trý á fundinum í juni skutu upp, at sett verður ein ovastevnunevnd at skipa fyri sjálvari stevnuni.
- Vit heittu á fundarluttakararnar um at stovna eina ovastevnunevnd. Eingin vildi stilla upp. Tí høvdu vit ein fund vikuna eftir, men heldur ikki á hesum fundinum var undirtøka at manna eina ovastevnunevnd.
Hon leggur aftrat, at á eftirmetingarfundinum týskvøldið í hesi vikuni meldaði stuðulsnevndin greitt út, at tey ikki fara at skipa fyri ovastevnu komandi ár.
- Hetta varð enn einaferð gjørt fyri, at ein ovastevnunevnd hevur góða tíð at skipa seg og fyrireika komandi stevnuna, sigur Guðrun Sundar Hansen.
Ætlanin hjá stuðulsnevndini er, at ein ovastevnunevnd skal setast í januar á fundi við stuðulsnevndina.
Á facebook-síðuni hjá ovastevnu bendir mangt á, at tað hóast alt ikki eru so fá, sum vilja taka seg saman og gerast partur av eini ovastevnunevnd.
- Eg haldi, at ovastevnunevndin skal skipast sum skjótast, og eg vil fegin sita í einari slíkari nevnd, skrivar ein lesari.
Ein annar lesari heldur fyri, at viðkomandi sjáldan hevur gingið arbeiðsleysur, tá ovastevna er, men vísir á, at viðkomandi kortini ongantíð hevur verið partur av nevndini.
- Tað kundi væl verið, at eg vildi tikið við eini sovorðnari avbjóðing.
Umboð fyri Kunningarstovuna í Nólsoy heldur fyri, at hon væl hevði tímað at verið við og heldur, at tað kanska hevði verið eitt hugskot, at Kunningarstovan var meira við í fyrireikingararbeiðnum.
Tað er tí alt, sum bendir á, at ovastevnan ikki er farin í søguna, men verður aftur komandi ár. Stevnan, sum júst er løgd afturum, var hin 22. í røðini.