Ovastevna verður um vikuskiftið

Árliga ovastevnan byrjar nú fríggjamorgunin við hópin av tiltøkum. Serstakt er sangleikurin »Kongsdóturin í Nólsoy«, sum verður framførdur á flakavirkinum, og kabarettin »Closed«, sum verður í Royndarhúsinum. Annars er sum vant svimji- og rennikapping.

 

Skráin byrjar í veruleikanum longu hóskvøldið, tá sangleikurin »Kongsdóturin í Nólsoy« verður frumspældur á flakavirkinum. Fríggjamorgunin byrjar so veruliga skráin.

 

Leygardagurin er stóri dagurin, sum byrar við morgundyppi á Malarenda. Rennikapping verður og eitt nú kann ein uppliva frásøgn um matmentan »Frá siðbundnari matmentan til Maud’sa køkshava«. Fleiri konsertir eru og tiltikna svimjingin um Nólsoyarfjørð verður tíðliga seinnapartin.

 

Sunnudagin er skráin meira avslappandi, men tiltøkini halda fram mánadagin og endað verður við kabarettini »Closed« í Royndarhusinum.

 

Sí annars skránna niðanfyri:

 

##med2##

 

Hósdagin 10. august

 

17:00            »Kongsdóttirin í Nólsoy», sangleikur frumframførdur á flakavirkinum, 150 kr. - útselt

 

 

 

Fríggjadagin 11. august

 

09:30            Matvørubúðin er opin til kl. 19:00

 

13:00            Kunningarstovan / Neystkafé er opin til kl. 19:00

 

13:00            Maggie’s er opið til kl. 23:45

 

14:00            Heimavirkið er opið til kl. 17:00

 

14:00            »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum

 

17:00            »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum

 

19:00            Tjaldið á keiini er opið til kl. 03:45

 

20:00            Kabarettin »Closed« í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.

 

20:30            Andakt í kirkjuni við Hanusi Pál Jógvanson, presti

 

21:30            Ovastevnu Quiz við Karlot í tjaldinum á keiini

 

00:00            Feedback spæla í tjaldinum á keiini

 

##med3##

 

Leygardagin 12. august 

 

09:00            Matvørubúðin er opin til kl. 20:00

 

10:00            Morgundypp á Malarenda

 

10:30            Morgunsangur í kirkjuni við Emil Olsen, stiftspresti

 

11:00            Rennikapping úti á Veg fyri børn og vaksin, heiðursmerkjahandan aftaná

 

11:00            Heimavirkið er opið til á miðnátt, tó er stongt millum kl. 13 og 15

 

11:30            »Frá siðbundnari matmentan til Maud’sa køkshava«. Uttanfyri hjá Maud

 

12:00            Grýturætturin hjá Maud fæst til keyps á keiini

 

12:00            Pylsuvognurin á keiini er opin til kl. 04:00

 

12:30            »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum

 

13:00            Ljómur og Vágakórið v/Benjamin Gaasedal hava konsert í kirkjuni

 

13:00            Kunningarstovan / Neystkafé er opin til kl. 20

 

13:00            Maggie’s er opið til kl. 03:45

 

13:45            Svimjing um Nólsoyarfjørð – fyrsti svimjarin væntast í Nólsoy uml. kl. 15:00

 

14:00            Karlot Hergeirsson setir stevnuna á keiini, Havnar hornorkestur spælir

 

14:30            Listaframsýning í gamla pakkhúsneystinum

 

14:30            22B á Glasi hevur café í erva í Avhaldshúsinum

 

14:00            7D biografur úti á Veg, kostnaður 50 kr.

 

15:00            Bygdasavnið við Brunn er opið til kl. 18:00 – kostnaður 50 kr.

 

15:00            Barna- og familjutiltak á Malarenda

 

15:00            Barnabasarur – børn selja úti á Veg

 

15:00            Tarira hevur konsert í kirkjuni, Bernharður Wilkinson stjórnar

 

15:00            Tjaldið á keiini er opið til kl. 03:45

 

15:00            Spæliplássið á Látrinum er opið til kl. 18:00

 

15:00            Ræstkjøtaburgarin fæst til keyps úti á Veg

 

15:00            Boing-bóltar á Mýrini

 

16:00            »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum

 

16:00            Fuglafjarðar sangkór hevur konsert í kirkjuni, Heðin Kambsdal stjórnar

 

16:30            Barnaundirhald á keiini – gyklarin Ásbjørn

 

17:00            Frelsunarherurin hevur útimøti á keiini

 

17:00            Tórshavnar manskór hevur konsert í kirkjuni, Hanus Joensen stjórnar

 

18:00            Heiðursmerkjahandan til svimjarar á keiini

 

18:00            Kabarettin »Closed« í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.

 

18:00            Kórhugnaløta undir Botnagarði, vit syngja úr »101 kórsangur«

 

19:00            Herborg Torkilsdóttir, tónleikaframførsla á keiini

 

20:00            Kabarettin “Closed” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.

 

20:00            Kim Hansen, spælir á Maggie’s, ókeypis atgongd

 

21:00            Maria og Ronny, tónleikaframførsla á keiini

 

22:00            Felagssangur við fylgispæli á keiini

 

23:00            Signar í Homrum og ROX spæla í tjaldinum á keiini

 

23:00            Føroyskur dansur í Avhaldshúsinum

 

23:00            Dansur í Royndarhúsinum við Martini Sømark og Finni S. Olsen, 100 kr.

 

##med4##

 

Sunnudagin 13. august

 

12:00            Guðstænasta við Anne Mette Greve Klemensen, presti.

 

14:00            Kunningarstovan / Neystkafé hevur opið til kl. 17:00

 

15:00            Maggie’s er opið til kl. 23:45

 

18:00            »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum

 

20:00            Kabarettin »Closed« í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.

 

Mánadagin 14. august

 

13:00            Kunningarstovan / Neystkafé er opin til kl. 16:00

 

13:00            Matvørubúðin er opin til kl. 17:30

 

13:00            Maggie’s er opið til kl. 23:45

 

14:00            Heimavirkið er opið til kl. 17:00

 

19:00            Kabarettin »Closed« í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.