Tíðindaskriv í samband við Ovastevnuna 2016
Summarfrítíðin endar á ovastevnu
Í summar hava metnógv ferðafólk verið í Nólsoy. Ternan hevur so at siga verið full hvønn einasta dag. Hetta vísa ferðafólkatølini hjá Strandferðsluni eisini tíðiligt. Og nú summarið er farið at halla, eru nólsoyingar framhaldandi til reiðar at taka ímóti hópin av gestum.
Ovastevnan, sum hevur fleiri enn 20 ár á baki, er fastur táttur á summarskránni hjá nógvum føroyingum, og verður í vikuskiftinum.
Bygdastevnurnar eru nógvar, men ovastevnan er nakað serstakt, og eftir ólavsøkuna og festivalarnar, man ovastevnan mangan hava verið mest vitjaða stevna í Føroyum.
Kundið tú hugsað tær eitt hugnaligt vikuskifti á bygd, har tú kanst uppliva eina rúgvu av øllum møguligum? So skal tú fara til Nólsoyar í vikuskiftinum, tí tá er ovastevna. Ovastevna er stevnan í Nólsoy har bygdafólkið ger alt, tey eru ment at bjóða tær vælkomnum og vísa tær hvussu stuttligt, hugnaligt og gott tað er at vera í Nólsoy. Ovastevna er stevnan fyri alla familjuna. Børnini kunnu spæla frítt, meðan tey vaksnu hugna sær í bygdasliga umhvørvinum. Tú merkir veruliga, at tú er komin á bygd, bara 20 minuttir úr høvuðsstaðnum. Ovastevnan hevur heilt víst okkurt til tín, líkamikið hvør tú ert.
Skráin er løgd soleiðis, at tiltøkini, sum eru fjølbroytt, eru allan dagin og byrja longu leygarmorgunin. Hetta eru ikki bara typisk stevnutiltøk, men eisini tiltøk, sum geva ein brellbita av gerandisdegnum í Nólsoy. Leygarmorgunin byrjar við einum svimjitreffi, har fólk úr øllum landinum koma at svimja, dyppa ella vassa á hugnaliga sandinum á Malarenda. Hetta tiltak er sprotti millum svimjidamurnar í Nólsoy, sum gerandisliga svimja ella dyppa á Malarenda.
Leygardagin verða fleiri áhugaverdir fyrilestrar. Navnframi havrógvarin Livar Nysted fer at greiða frá sínum mongu ferðum um høv. Livar kendi Ova Joensen og er inspireraður av honum og hansara bragdi. Kendi stylisturin og designarin Katrina í Geil býr í Nólsoy, og hon fer at hava 3 spennandi fyrilestrar, sum m.a. snúgva seg um stýling, klædnakeyp og kropsskap. Haraftrat er eisini møguligt at fáa persónliga vegleiðing og ráðgeving frá Katrinu.
Nevndin, sum skipar fyri ovastevnuni, hevur lagt dent á at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og at barnatiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin og á frálíka sandinum. Børnini kunnu leita eftir krabbum, tey kunnu eisini vassa ella svimja á sjónum. Í summar hava sera nógv børn verið í Nólsoy og tey elska at halda til á sandinum. Har fáa tey nógvar tímar at ganga.
Vit hava funnið fram krit, hoppibond, styltir o.a. sum børnini kunnu spæla við. Eisini hava vit blandað tilfar til stórar og góðar sápublørður. Børnini kunnu eisini royna seg í ymiskum smáum kappingum m.a. kasta bólt eftur dósum, brotssparkskapping og svampakast.
Sum nakað heilt serligt fyri børnini hava fyrireikararnir heitt á Jensinu Olsen, um at skipa fyri undirhaldi. Sjálv sigur Jensina, at hon leingi hevur gingið runt við hugskotinum og ynskinum um, at børn eisini kunnu fáa sína løtu til stevnur, festivalar o.a., har tey sleppa at merkja kensluna av at syngja saman. Og soleiðis kom 'Nátturðasangur fyri børnum' í lag.
Í Nólsoy er ríkt tónleikalív og nólsoyingum dámar væl at syngja og spæla. Hetta sæst eisini aftur í ovastevnuskránni. Spælimenninir í Nólsoy fra at seta sín dám á stevnuna, tá teir spæla á keiini leygardagin. Teir vera eisini saman við Nólsoyar manskóri við til felagssangin undir Mikkjalsveggi, tá vit tríva í kendar føroyskar sangir og lokalar slagarar. Við hesum eru lunnar lagdir undir eitt ordans bygdaball. Kendi nólsoyingurin Kim Hansen fer saman við Jens Marna Hansen at spæla í tjaldinum á keiini og um tú hevur hug til ein sving-om er at leggja leiðina eystur í Royndarhúsið har Rannvá Vesturklett og Jóannes Jakobsen spæla til góða bygdadans. Sjálvandi verður eisini farið uppá gólv.
Høvuðsendamálið við stevnuni er at fáa eina rúgvu av fólki til Nólsoyar. Vit vilja vísa, hvussu stuttligt og hugnaligt tað er í Nólsoy. Tí bjóða vit øllum føroyingum til Nólsoyar á ovastevnu í vikuskiftinum.
Skráin kann siggjast við at trýsta her