Ovastevnan ger comeback

- Summarfrítíðin endar við ovastevnuni. Soleiðis tók ein til, sum var møttur á fyrireikingarfundi í Nólsoy.

- Summarfrítíðin endar við ovastevnuni. Soleiðis tók ein til, sum var møttur á fyrireikingarfundi í Royndarhúsinum í Nólsoy sunnudagin. Tá væl vitjaði fundurin var liðugur, var ivaleyst, at nólsoyingar nú eru til reiðar at taka ímóti hópin av stevnugestum.

 

Í Nólsoy vísa tey á, at bygdastevnurnar eru nógvar, men tey halda samstundis, at ovastevnan er nakað sersrakt, og eftir ólavsøkuna og festivalarnar man ovastevnan mangan hava verið mest vitjaða stevna í Føroyum.

 

Tí eru nólsoyingar eisini fegnir um, at nýggj stevnunevnd beyð sær at skipa fyri stevnu, tá stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy á heysti í fjør boðaði frá, at hon ikki skipaði fyri fleiri stevnum. Stuðulsnevndin boðaði tá frá, at ætlanin um at byggja svimjihylin lidnan ikki er slept, men at stevnan ikki longur fer at verða ein av inntøkukeldunum.

 

Nýggja stevnunevndin hevur einans til endamáls at skipa fyri stevnuni, og hevur stevnan ikki til endamáls longur at savna pengar inn. Hinvegin eru fleiri feløg og áhugafeløg í Nólsoy, og hesi fara at brúka høvið til at skipa fyri ymiskum tiltøkum á stevnuni, sum so eisini kunna geva eina inntøku til raksturin.

 

Úr Nólsoy verður sagt, at gamla keiøkið í bygdini í høvuðsheitum verður karmur um stevnuna í ár. Her verða tónleikaframførslur, stórt tjald verður sett upp, og fleiri matsølur fara at selja mat allan leygardagin.

 

Regatta 2015, sum byrjar á Eiði fríggjakvøld og endar í Hósvík út á kvøldið og náttina, endar sum vant aftur í ár á ovastevnu í Nólsoy, og svimjing verður enn einaferð um fjørðin. Bæði bátar og svimjing um Nólsoyarfjørð fara eins og áður at seta stevnudám á keiina.

 

- Kunningarstovan, Kaffistovan, Heimavirki og nýggja og hugnaliga spælistaðið - Maggies - fara at hava opið og eru til reiðar at taka ímóti fólki.

 

Ovastevna verður vikuskifti 14.-16. august, og Strandferðslan hevur sum undanfarin ár víst stevnuni vælvild og fer at sigla eftir serligari skrá.