Í kvøld er stovnandi fundurin hjá Ovastevnunevndini. Hesum boðar Tjóðhild Patursson, leiðari á kunningarstovuni í Nólsoy, frá.
Fyrsti fundur hjá Ovastevnunevndini verður í kvøld mánadagin 22. Septembur kl 19.00. Fundurin verður á Kunningarstovuni í Nólsoy.
Fýra punkt eru á skránni:
1. Val av fundarstjóra
2. Alment kjak um framtiðina hjá Ovastevnuni. Hvørji eru tykkara ynski, dreymar og vónir um Ovastevnuna 2015.
3. Tey ið stilla upp til nevndarvalið fáa høvi til stutt at greiða frá sínum ætlanum i nevndini.
4. Nevndarval. Øll ið møta á fundinum fá ein seðil og kunnu skriva upp til trý ymisk nøvn á seðilin. Ikki er loyvi at skriva sama navn meira enn eina ferðina. Valdir verða 5 nevndarlimir og 2 eykalimir.
Uppteljingin av atkvøðunum verður beint eftir atkvøðugreiðsluna og úrslitið verður kunngjørt eftir ein steðg.
Fólk, sum ynskja at koma upp á listan yvir valevni, eru vælkomin at senda ein mail til [email protected]
Tó ber eisini til at bjóða seg fram sum valevni á sjálvum fundinum. Hetta verður gjørt við at venda sær til fundarstjóran.
Tey, sum eru áhugað í at koma upp í nevndina, men ikki hava møguleika at møta á fundinum, kunnu senda ein mail til Kunningarstovuna, har tey greiða frá sínum tankum og ætlanum við Ovastevnuni 2015. Fundarstjórin lesur so skrivið upp i sambandi við punkt 3 á skránni.
Bert tey sum møta á fundinum hava atkvøðurætt.
Tjóðhild Patursson heitir at enda á fólk at møta fjølment á fundinum í kvøld.