Ovseint goldin skuld

At Sands bygdaráð skildar Sandoyar Meginskúla eina millión er óheppi. Men nakað eindømi er tað ikki.

Sjálvur var eg bygdaráðslimur í Skálavík frá miðskeiðis í sjeyti árunum, og gott og væl tjúgu ár. Øll tey fyrstu árini var eg limur í Skúlastýrinum fyri Sandoyar Meginskúla. Tað hoyrdi næstan til, at onkur av kommununum var í afturhond við sínum gjaldi. Tað vanliga var, at formaðurin á fundi gjørdi teir ið umboðaðu viðkomandi kommunu varar við, at teir vóru í afturhond. tá kreppan kom, aftaná áttatiárini, vóru tað kommunur um landið, ið ikki megnaðu síðar skyldur til teir felagsskúlar tær hoyrdu til. Tær kundu søkja Landsstýrið um hjálp, so tær fingu greitt sína eftirstøðu á tann hátt. Vit komu tíbetur ongantíð í ta støðu. Tað rennur hóast alt nakað í kommunuassan hvønn mánaða, so løgið skal tað verða, um ikki milliónin hjá Sands bygdaráð kemur at minka munandi um ikki so langa tíð. Tað skiltu vit eisini á tí, formanninum fyri skúlastýrið, Gerhard Lognberg, segði við Útvarpið

Kjakið um slík mál hoyra ikki heima í bløðunum, men á einum bygdaráðsfundi. Hjá einum fleirtali er væl einki til hindurs fyri at fáa fund í lag, nær tað skal verða. Fyri okkum, sum búgva í Sandoynni er hendan skrivingin so keðilig sum hugsast kann.

Hvar vit koma og fólk fáa at vita at vit eru av Sandoynni, so hoyra vit orðini: »Tað er ónátúrligt sum tit klandrast har suðuri«! So okkara umdømi verður eftir hondini so sum so. Í vissum førum er hendan skriving óbúgvin.