Owen bjargaði United javnleik

Við fyrstu bóltrøringini, eftir at hann var skiftur inn, tryggjaði Michael Owen, at Manchester United fekk eitt stig við sær úr Bolton. Heimliðið kom á odda longu eftir seks minuttir við máli frá Zat Knight. Nani javnaði fyri Manchester United, men Martin Petrov legði aftur Bolton á odda. Eitt korter fyri tíð sendi Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United, Michael Owen á vøllin. Tríggjar minuttir seinni nam hann við bóltin fyrstu ferð, tá hann stútaði eitt Nani fríspark í mál. Einki mál kom afturat í dystinum og liðini fingu eitt stig í part.

 

Newcastle var á odda ímóti Stoke, men endaði við at standa eftir við ongum. Fyrst javnaði Kenwyne Jones og stutt fyri tíð gjørdi James Perch sjálvmál. Aston Villa vann 2-1 á Wolverhampton á útivølli við málum frá Stewart Downing og Emil Heskey.

 

Manchester United kom við javnleikinum upp á 12 stig, sum er trý minni enn Chelsea á fyrsta plássi. Aston Villa er nú komið uppá fimta pláss við 10 stigum.

 

Premier League:

 

Bolton ? Manchester United 2-2

Newcastle ? Stoke 1-2

Wolverhampton ? Aston Villa 1-2