Løgreglan sigur, at tað vóru bara nakrir fáir minuttir millum fráboðaninar.
- Álvarsligasta hendingin var á Sandi nakað eftir klokkan 13, har ein maður fekk ein tungan stein omanyvir annan armin hjá sær.
Á Sandi verður í løtuni arbeitt við einari nýggjari útstykking, og tað var her, at hendingin fór fram.
- Sum vit hava skilt, gekk maðurin uppi í einari grótrúgvu, tá hann fekk ein tungan stein oman yvir niðara part av arminum.
Sjúkrabilur kom á staðið og flutti mannin á Landssjúkrahúsið.
- Vit fóru suður beinanvegin og sluppu ígjøgnum undirsjóvartunnilin. Nakað seinni kom eisini Arbeiðseftirlitið á staðið.
Løgreglan sigur, at skaðin á Sandi var álvarsligur, tí niðari partur av armurin á manninum var í knúsi.
- Vit fingu tvær fráboðanir í gjár um skaðar, og tað vóru bara einir fýra minuttir millum fráboðaninar.
Hin fráboðanin var úr Havn, har ein maður, sum arbeiddi privat hjá sær sjálvum, hevði fingið hondina í eina sag.
- Hetta ljóðaði ógvusligt, men tíbetur vísti tað seg, at skaðin, sum sagin hevði elvt, kundi ornast við seyming, sigur vaktleiðarin.