Oyðileggi ikki góðu gongdina

Orðaskiftið um fíggjarlógina er tamt og ósemjurnar ikki so stórar - andstøðan ávarar tó móti avgjøldum

Teir tríggir andstøðulimirnir í fíggjarnevndini vóru allir vælnøgdir við, at viðgerðin av fíggjarlógini var útsett til í dag - heldur enn tollaksmessunátt.

 

Teir tríggir vóru eisini samdir um,a t raksturin av føroyska samfelagnum komandi árið er vorðin ov dýrur.

Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin, Bill Justinussen, Miðflokkurin og Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, 

Jacob vestergaard vísti á, at nógv tekin hava verið um, at tað gongur betur og at føroyski búskapurin veksur.

 

-Vælsignað verið tykkum - oyðileggi ikki góðu gongdina vit hava nú við øllum tykkara avgjøldum, sogdu bæði Jacob Vestergaard og Bill Justinussen.

 

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, vísti á, at tað er avgerandi at bera so í bandi, at útflutningurin vaksur og at vit megna at virðisøkja okkara egna tilfeingið.

 

- Tað er avbjóðingin, segði hann.