Oyggjaleikir: Kvinnurnar strandaðar

Føroysku kvinnurnar í strandarflogbólti, Guðrið Syderbø og Lena í Buð, hava nú spælt tveir dystir í kappingini og tapt báðar, so tær eru bókstaviliga strandaðar í kappingini.

Eftir at tær í gjár taptu 0-2 fyri Cayman-oyggjunum, máttu tær aftur í dag lúta fyri Gotlandi, sum vann setti 21-8 og 21-9 í einum dysti, har hvørt settið tók eitt korter.

Tær báðar føroysku flogbóltskvinnurnar hava ein dyst eftir, sum er ímóti Bermuda í kvøld, men longu nú er greitt, at hann bara skal avgreiðast, tí tær koma ikki víðari allíkavæl – og tað ger Bermuda heldur ikki.

Mansliðið í strandarflogbólti, sum Jens Heri Mortensen og Alex Troleis manna, tapti í gjár 0-2 fyri Bermuda, og skulu teir víðari, mugu teir vinna teir báðar írestandi dystirnar.

Teir spæla í kvøld klokkan 20 ímóti Menorca og klokkan 23 ímóti Cayman-oyggjunum.