Oyggjauppgerð á Skála

Silvurvinnararnir frá bestu og næstbestu deildini í fjør, hittast í dag á Skála.

Skála eigur enn sín fyrsta sigur til góðar í Effo-deildini. Men hóast teir eiga sín fyrsta sigur til góðar, er eingin ivi um, at gongdin hjá Skála peikar tann rætta vegin. 

Eftir eina heldur trilvandi byrjan, síggja Skálamenn út til at læra fyri hvønn dyst, ið fer. Og tí er fyrsti sigurin helst ikki so langt burtur hjá Skála.

 

ÍF hevur harafturímóti fingið eina rímiliga byrjan uppá landskappingina. Úrslitini hava verið skiftandi, men liðið hevur eyðsýndar dygdir í hópinum.

Millum annað kom tað til sjóndar, tá ÍF smurdi EB/Streym av Skírishósdag.

 

ÍF hevur annars havt fleiri skaðar at dragast við seinastu tíðina, men nú tykist tað sum um, at flestu leikararnir eru tøkir aftur. Tað er einans Høgni Zachariassen, ið má sita uttanfyri í dag, tí hann er úti við einum skaða í lærkrikanum.

 

Rúni Gaardbo dømir dystin á Skála í dag, ið byrjan klokkan 15:00.