Oyrarbakki fekk egið postnummar

Frá 1. apríl hevur Oyrarbakki postnummarið 400

 

Postverk Føroya gekk ynskinum hjá fólki á Oyrarbakka á møti í kravinum um egið postnummar.

Fólk á Oyrarbakka hava savnað undirskriftir við umbøn um at fáa egið postnummar, tí tað darvar illa, at bygdin hevur sama postnummar sum grannabygdin, Oyri.

Frá sunnudegnum 1. apríl at rokna kunnu fólk skriva »400 Oyrarbakki« á postin til fólk á Oyrarbakka.

Mortan Rasmussen á Postverki Føroya sigur, at hóast fólk ikki minnast at rætta postnummarið við tað sama, so verður posturin borin út kortini, tí posturin til Oyrar og Oyrarbakka verður borin út frá sama posthúsi.

Posthúsið á Oyrarbakka er útberingarposthús fyri 420 Hósvík, 430 Hvalvík, 435 Streymnes, 436 Saksun, 437 Nesvík, 438 Langasand, 440 Haldars-vík, 445 Tjørnuvík, 450 Oyri, 460 Norðskála, 465 Svínáir, 466 Ljósá, 475 Funning, 476 Gjógv, 477 Funningsfjørð og 478 Elduvík.