-Tað kemur ikki óvæntað á meg. Eg havi vitað seinastu tíðina, at eg helst fór at verða loystur úr starvi, sigur Oyvindur Brimnes. Óskilið í Skúladeplinum í Hovi er orsøkin til, at stjórin í Landsverk, Oyvindur Brimnes, í dag er koyrdur úr starvi.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, boðaði fyrr í vikuni frá, at hon fór at kanna hetta málið, og síðani gera av hvørjar avleiðingar málið skuldi fáa fyri Landsverk. Avleiðingin gjørdist so, at Oyvindur Brimnes er koyrdur úr starvi.
-Eg hevði væntað tað, sigur Oyvindur Brimnes.
Men stjórin í Landsverk angrar einki í samband við verkætlanina í Suðuroynni.
-Hevði eg kunna gjørt okkurt betri, so hevði eg gjørt tað, men eg angri einki í dag, sigur Oyvindur Brimnes, sum hevur verið stjóri í Landsverk síðani 2000.