Meginparturin av tapinum hjá Føroya Lívstrygging í 2008 stavar frá skrásettum partabrøvum. Felagið metir ? við atlitið til fíggjarkreppuna, at úrslitið er nøktandi
P/F Føroya Lívstrygging hevur havt ársaðalfund tann 7. mai har ársroknskapurin var framlagdur og góðkendur. Øll nevndin stóð fyri vali og varð afturvald. Í nevndini eru Poul Hansen, Súsanna Ewaldsdóttir Sørensen, Jógvan Mørkøre, Gunnleivur Dalsgarð og Una Jónsdóttir Joensen.
Vøksturin í tryggingargjøldum í LÍV, sum hevur verið seinastu árini, heldur fram. Í 2008 vóru tryggingargjøldini slakar 325 mió. kr. í mun til 288 mió. kr. í 2007. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 12,7%, og tað er á leið tað sama sum í 2007.
Tryggingarveitingarnar eru somuleiðis øktar frá 101 mió. kr. í 2007 til 115 mió. kr. í 2008. Vøksturin svarar til 14,4% .
Skaðagongdin hevur verið góð tey seinastu árini, og tí verður givin avsláttur av tryggingargjaldinum upp á 25% við óarbeiðsføri og 30% við deyða.
2008 var merkt av, at fíggjarkreppan rakti fíggjarmarknaðirnar kring heimin meint, og fíggjarognir fullu ógvisliga í virði gjøgnum alt árið. Serliga stórt var fallið, tá ið komið var út á heystið.
Ársúrslitð hjá LÍV var í 2008 eitt hall upp á 45,6 mió. kr.
Tryggingartakararnir hava í 2008 fingið tilskrivað eina rentu upp á 5%, men sum ein liður í býti av rakstrarhall eru 30,6 mió. kr. tiknar frá kundaognini.
Felagið hevði í 2008 eitt samlað tap av íløguognunum áðrenn avdekning móti fíggjarligum váða upp á 5% í mun til ein vinning upp á 4,3% í 2007. Aftan á avdekning var talan um ein vinning upp á 3,6% móti 5% í 2007.
Meginparturin av tapinum í 2008 stavar frá skrásettum partabrøvum, har virðisjavningin var eitt tap upp á 252 mió. kr. Hetta svarar til eitt fall upp á 47%. Størsti parturin av íløgunum hjá felagnum eru í lánsbrøvum. Tey góvu í árinum ein vinning upp á 105 mió. kr. svarandi til 7%. Nettovirðisjavningin av láns- og partabrøvum var 147 mió. kr. út av einum fíggjarjavna, sum javnvigar við 2,7 mia. kr.
Samanumtikið er tað felagsins metan, at tá atlit verður tikið til ógvusligu fíggjarkreppuna í 2008, kann hetta úrslit metast at vera nøktandi.
Fíggjargongdin hevur eisini ført við sær, at fyri 2009 er rentan sett niður til 4,5% fyri tryggingar sum eru teknaðar til 4,5%, og tryggingar, sum eru teknaðar til 2,5%, fáa 2,5%.