Flutningur
Í juli mánaða byrjar nýstovnaða felagið P/F Fresh Link at sigla millum Føroyar og Skotlands.
- Endamálið er í fyrsta lagi at varðveita møguleikan hjá føroyskum feskfiska-og laksaútflytarum at fáa fiskin rættstundis á evropeiska marknaðin. Avgerandi málið hjá okkum er, at leveringstíðirnar til okkara viðskiftafólk uttanlands skulu haldast.
Tað sigur felagið, sum er stovnað til at standa aftanfyri henda flutning, P/F Fresh Link.
Felagið hevur útvegað sær kølifarmaskipið Silver Fjord til flutningin.
P/F Fresh Link er stovnað í dag við 4 miljónum krónum í partapeningi, og stovnandi fyritøkurnar eru P/F Valhalla á Toftum og P/F Rainbow Seafood í Havn.
- Silver Fjord fer at sigla til Skotlands tvær ferðir um vikuna, mánakvøld og fríggjakvøld, og siglt verður av Toftum.
P/F Fresh Link, sum hevur leigað skipið, sigur, at hetta er eitt køli-og frystiskip burtur av.
- Silver Fjord hevur síðuportur, men skipið hevur ikki møguleika at takað bingjur. Skipið er bygt á Skála Skipasmiðju í 1984 og er umbygt í Noreg í 1999. Silver Fjord er stórt skip og siglir við góðari ferð. Leigusáttmálin er galdandi í trý ár.
Stigtakararnir aftanfyri ætlanina meta, at felagið hevur fingið eitt sera gott skip at reka kølifarmin við.
- Hetta eigur at geva øllum viðskiftafólkum eina góða tænastu til flutning suður á meginlandið.
P/F Fresh Link sigur, at orsøkin til nýggju
farmaleiðina er, at avskiping til Skotlands, ið higartil hevur verið, nú er burtur.
- Støðugt vantandi avskipingarmøguleikar høvdu uttan iva havt sera álvarsligar avleiðingar fyri virksemið hjá flest øllum feskfiska-og laksaútflytarum í Føroyum. Harumframt hevði tað ført við sær, at tað hevði verið trupult hjá fiskaframleiðarum at framleitt mánadagar og týsdagar, sigur felagið.
Ingun Olsen, Saltangará, er stjóri í Fresh Link. Hon hevur í nógv ár arbeitt í shippingvinnuni, og hon hevur nógvar og góðar royndir á hesum øki.
Nevndarformaður er Andreas F. Hansen. Hini í nevndini eru Páll Gregersen, Peter V. Nørgaard, Regin Mikkelsen og Lena Leivsdóttir.