P/F Thor í Hósvík er ársins Virki 2006

Tað varð partafelagið Thor, sum gjørdist Ársins Virki 2006. Nevndin greiðir í skrivi frá grundgevingunum til at velja Thor til Ársins Virki 2006:

Tað var reiðaríið P/F THOR, sum gjørdist ársins Virki 2006. Niðanfyri er grundgevingin hjá dómsnevndini endurgivin.
Við val av ársins virki skal metingarnevndin taka støðu sína út frá hesum krøvum:
" Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan eitt nú útflutning, vørumenning, tøknifrøði, útbúgving ella annað øki, og hetta skal eftir styttri áramáli hava viðført menning og vøkstur.
" Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarligt úrslit seinastu árini.
" Virkið skal vilja trína alment fram sum vinnari av kappingini um ársins Virki.
Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, beinið hjá okkum at standa á. Men livandi tilfeingið, sum hon hvílir á, er skiftandi og við hvørt svikaligt. Vit hava gjørt ymiskar royndir at fáa annað bein at standa á, m.a. farmaskipavinnu og alivinnu.
Vónir eru um annað tilfeingi undir Føroyum enn fisk, og fólk eru spent um úrslitið av tí royndarboring, sum nú fer fram. Skal ein møgulig komandi oljuvinna fáa vinnuligan týdning fyri land og fólk, er ein fortreyt, at vit vinnuliga búgva okkum til at taka aktivan kappingarføran lut í vinnuni.
Nevndin fegnast um, at fleiri føroyskar fyritøkur og samtøk í dag eru virkin á oljumótum í Evropa og víðari úti í heimi; og at tað hevur gingist teimum so mikið væl í kappingini, at tey á jøvnum føti við dugandi útlendskar kappingarneytar kunnu bjóða seg fram í tí oljuvinnu, sum stundar til her heima.
Nevndin er samd í at velja eitt av hesum virkjum, sum við seiggi, støðugari góðskumenning og virkni mótvegis keyparunum hevur ment seg á altjóða marknaðinum fyri tær tænastur, sum tað hevur lagt seg eftir at veita.
Talan er um eitt reiðaravirki, sum støðugt hevur brotið upp úr nýggjum. Tað hevur lagt seg eftir ótraditionellum fiskasløgum og fiskileiðum við góðum úrsliti, og hevur um somu tíð við hegni differentierað sítt virksemi til eisini at fevna um tænastur innan oljuleiting, har tað veitir hjálparskipatænastur til frálandavinnuna í 50 londum kring allan knøttin (Evropa, Asia, Suður- og NorðurAmerika og Afrika).
Menningin er farin fram, meðan oljuprísurin var lágur, og oljufeløgini aftraðu seg at leita eftir olju á óvissum oljumótum. Menningin er eisini farin fram, meðan dollarvirðið hevur verið óvanliga lágt. Hesar umstøður hava ikki hildið felagnum aftur í at leggja sær eina við at lúka øll krøv til góðsku, umhvørvi og trygd, sum nýmótans vinna krevur. Hetta hevur givið útslit, og í dag ræður virkið yvir 22 skipum, av hesum 15 innan oljuvinnu. Nærum 450 fólk starvast hjá fyritøkuni. Õ ár hevur tað gjørt sáttmála um at byggja supportskip í Føroyum.
Fyritøkan hevði í 2005 eitt ognaravkast upp á 22 % og eitt eginpeningsavkast upp á 49 %. Eginpeningurin var upp á knappar 30 mió. kr. og soliditeturin 39 %. Nevndin hevur tí ikki ivast í at velja P/F THOR í Hósvík til ársins Virki 2006.

Kelda: www.industry.fo